Tíðindi

02. sep 2026

ÁRLIGI TÚRURIN NIÐAN Á VESTURVARÐA

20. aug 2026

6.D VIÐ WESTWARD HOO

12. aug 2026

SO VÓRU VIT AFTUR Í SKÚLA

11. aug 2026

SAMAN ERU ØLL SKÚLIN Á FLØTUM

10. aug 2026

KOMIÐ TRYGT Í SKÚLA

19. jun 2026

110 ÁRA STARVSDAGAR Á FLØTUM

18. jun 2026

FELAGSSANGURIN

04. jun 2026

PYLSUDAGURIN Í SANDAGERÐI

Illturt, tá ið vit fóru, men so var gott veður.


Frískir og væl nøgdir næmingar fóru til gongu í morgun miðvísir við beinari leið oman í Sandagerð.  Stórur hópur, taldur av  teimum yngstu í forskúlanum, hinum í grunddeildini, teimum í miðdeildini og   næmingunum í  7. flokki; øll sømul hugað  til ein serliga  dagin, pylsudagin í Sandagerði.

Leiðin gekk yvir um Heðinsbrú og oman eftir gøtuni við Sandá, har prátið gekk lystiliga, meðan øll gleddu seg at koma á mál.

Niðri í Sandagerði vóru nógv ymisk tiltøk á skránni. Næmingarnir luttóku í spølum og kappingum, har  rørsla, samstarv og gaman  vóru í hásæti. Hugaligt at síggja stór og smá njóta góðu samveruna í vakra umhvørvinum. Fleiri høvdu spakar við, onnur gróvu við hondunum í sandinum, meðan onkur dittaði sær at gera føturnar vátar. Onkustaðni sóust tjøld og aðrastaðni næmingar við tráðu í hond.

Nakað yvir tíggju  var tíð at fáa sær okkurt gott at eta. Øll fingu snerkt pylsuhorn og Sunkist, og tað smakkaði serliga væl úti í frísku luftini. Prát og smíl, meðan næmingarnir hugnaðu sær saman.

Tiltakið endaði fram ímóti middegi. Næmingar, lærarar og námsfrøðingar kundu fara avstað aftur mettaðir við minnum og snerktum pylsum.

Aftur  ein  stuttlligur  og væleydnaðan pylsudagur í Sandágerði.

Katrin námsfrøðingur hevur tikið myndirnar.

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar