Almannarás, Р

Ð er føroyskur stavur, ið kann arga summi, men prýðir hjá tí við málsligum innliti og kanska flogviti. Handan Ð krógva seg nógv ljóð, ið renna saman í eina hægri eind, tá stavurin stendur rætt og er settur við umhugsni. Hann leggur navn til okkara almennu rás, tí grundarlagið undir almennu rásini er tað sama. Ein skipan, ið byggir á okkara føroysku skúlaskipan, men samstundis kann bjóða ymiskleika, um rætt verður sett saman. Í Ð fært tú meira enn tað vanliga. 
Á almannarás hava vit eitt breitt tilboð av vallærugreinum umframt lektiuhjálp. Á almannarás skulu næmingar velja týskt frá ella til og eina aðra valgrein. Samanlagt 4 tímar. Vanliga bjóða vit hondarbeiði, smíð, myndlist, heimkunnleika, tónleik, motorlæru.  

Floksstøddin á almennu rásini fylgir vanligum ásetingum um 24 í hvørjum flokki, og allir næmingar hava ein flokslærara, sum samstundis er kontaktpersónur hjá foreldrunum. Frávikið frá flokkinum sum grundeind er, at næmingarnir í føroyskum og støddfrøði verða skipaðir í førleikabýttar bólkar. Grundstig, miðstig og hástig. Hetta førleikabýtið byggir á tríggjar súlur. Hvussu næmingurin saman við foreldrunum metir sín førleika, fakligar royndir, ið skúlin javnan skipar og lærarans professionella meting av evnum og arbeiðslagi hjá næminginum. Til ber í ávísan mun at skifta millum bólkar í skúlaárinum og millum skúlaárini, um leiðslan metir, at hetta er tað rætta at gera. Øll stigini byggja á námsætlanina og próvtøkan er skipað eftir sama leisti. Men grundstigið er skipað við munandi færri næmingum; og hástigið fer munandi út um minsta krav um pensum og tilfar. 

Í øllum øðrum lærugreinum eru næmingarnir í sínum flokki ella grundbólki, sum vit nevna tað. Flokslærarin hjá næminginum er knýttur at hesum bólkinum. 

Endamálið 

Endamálið við almennu rásini er, at tú sum einstaklingur verður ein partur av einum størri lærufelagsskapi, har tú verður møttur á tínum fakliga stigi og kanst fáa avbjóðingar og val, sum í størri mun kunnu verða tillagað til tín og felagsskapin, tú ert partur av í skúlanum. 
Vit trúgva upp á, at tann stóri hópurin, ið er býttur upp í smærri bólkar eftir tørvi, leggur upp til ein gerandisdag í skúlanum, har tú kennir teg heima og væl. 

Ferðir 

Almannarás fer 2 ferðir í skúlatíðini. Í heysthálvuni í 7.fl fara allir flokkarnir samansjóðingarferð. Í heysthálvuni í 9.fl kunnu flokkarnir velja at fara eina ferð til Íslands við Norrønu. Ferðin er tá partur av undirvísingini. Hetta er tó treytað av at foreldrabólkurin fyri hvønn flokk tekur undir við hesum. Foreldrini bera útreiðslurnrar av ferðini. 

Treytir 

Fyri at verða upptikin í almannarás skal tú hava lokið 6.fl og hava gingið á Skúlaum á Fløtum ella Velbastaðar skúla. Í tann mun sum avlopspláss eru, kunnu næmingar, ið hava gingið á øðrum skúlum eisini koma á almennu rás í Skúlanum á Fløtum. Tað er tó ein treyt, at næmingurin hevur bústað í Tórshavnar kommunu. 

Upptøka 

Allir næmingar í Skúlanum á Fløtum og Velbastaðar skúla fáa pláss. Næmingar, ið ynskja at flyta úr øðrum skúlum í Skúlan á Fløtum í hádeild koma í fyrstu atløgu á bíðilista og kunnu fáa tillutað avlopspláss. 

Ítróttarrás 

Á ítróttarrás í hádeild flætta vit kropsliga rørslu - venjing á høgum stigi - saman við skúlagongd. 
Ítróttarrásin fevnir um allar tímarnar og fakini á eini vanligari tímatalvu. Harumframt er ítróttur á tímatalvuni 4 tímar um vikuna í 7.flokki; umframt tveir tímar um dagin tríggjar dagar um vikuna í 8. og 9.flokki. Tvær ítróttargreinar eru á ítróttarrásini í 8. og 9.flokki. Hondbóltur og fótbóltur. í 7. flokki er breiddarítróttur.

Á ítróttarrás kunnu næmingar harumframt velja týskt og lektiuhjálp. 

Hondbóltsgreinin
Hondbóltsgreinin á Ítróttarrásini er samstarv millum skúlan, Neistan og Kyndil. Ungdómsmennarar úr Kyndli og Neistanum manna saman við einum lærara venjaratoymið á hondbóltsgreinini. Lærarin er samskipari í toyminum. 

Fótbóltsgreinin
Fótbóltsgreinin á ítróttarrásini er samstarv millum B36 og HB og skúlan. Harumframt fríggjar FSF ein bart av venjaratoyminum. Venjarar úr Skúlanum á Fløtum, HB og B36 manna venjaratoymið. Høvuðsvenjarin hevur minsta lagi B-venjaraprógv og samskiparin er lærari í Skúlanum á Fløtum.

Venjingin
Gransking vísir, at næmignar, ið røra seg og fáa pulsin upp tíðliga á degnum fáa meira burturúr restini av skúladegnum. Tí liggja venjingarnar kl 8 mána-, týs- og hósdagar.  Ítróttur sum lærugrein fellur burtur sum sjálvstøðug lærugrein í 8. og 9.flokki og rennur saman við fótbólts- og hondbóltsvenjingunum. Í 7.flokki fevnir ítróttarundirvísingin um annan ítrótt og rørslu.
Ein týðandi partur av venjingunum á ítróttarrásini er styrki, fimi og skaðafyribyrging. Ítróttaumstøðurnar eru tær bestu, ein kann hugsa sær í so máta í Gundadali. Dagliga frálæran er í Skúlanum á Fløtum, meðan venjingarnar eru á vøllunum og hallunum í Gundadali. 

Floksstøddin
Floksstøddin á ítróttarrásini fylgir vanligum ásetingum við 24 næmingum í hvørjum flokki, og allir næmingar hava ein flokslærara, sum samstundis er kontaktpersónur hjá foreldrunum. Flokkarnir verða blandaðir tvørtur um ítróttargrein og førleikastig. Frávikið frá flokkinum sum grundeind er, at næmingarnir í føroyskum og støddfrøði verða skipaðir í førleikabýttar bólkar. Grundstig, miðstig og hástig. Hetta førleikabýtið byggir á tríggjar súlur. Hvussu næmingurin saman við foreldrunum metir sín førleika, fakligar royndir, ið skúlin javnan skipar og lærarans professionella meting av evnum og arbeiðslagi hjá næminginum. Til ber í ávísan mun at skifta millum bólkar í skúlaárinum og millum skúlaárini, um leiðslan metir, at hetta er tað rætta at gera. Øll stigini byggja á námsætlanina og próvtøkan er skipað eftir sama leisti. Men grundstigið er skipað við munandi færri næmingum; og hástigið fer munandi út um minsta krav um pensum og tilfar. 

Í øllum øðrum lærugreinum eru næmingarnir í sínum flokki ella grundbólki, sum vit nevna tað. Flokslærarin hjá næminginum er knýttur at hesum bólkinum. 

Endamálið 

Endamálið við ítróttarrás er, at tú sum leikari kann fáa eitt skúlatilboð, ið eisini styrkir teg sum íðkara og ítróttarfólk. At tú røkkur persónligum málum í tíni ítróttargrein, og at tú styrkir teg sum einstakling og liðleikara.  
Harafturat trúgva vit upp á, at ítróttarinnihaldið í skúlatilboðnum kann styrkja motivatiónina til skúla og harvið fakligu menningina hjá tær, sum ger, at tú fært eitt betri prógv, enn tú annars hevði fingið. 

Ferðir innanlands og út í heim  

Ítróttarrás fer tvær ferðir í skúlatíðini. Í heysthálvuni fara allir 7. flokkarnir samansjóðingarferð. 
Haraftrat fer ítróttarrás á námsferð í 9.fl út í heim, har møguleiki verður at vitja okkurt av stóru ítróttarfeløgunum í Danmark í samband við ítróttargreinina. Uttanlandsferðin er tó treytað av, at foreldrini taka undir við ferðini. Foreldrini bera útreiðslurnrar av ferðini. 

Treytir 

Fyri at kunna vera á ítróttarrás skalt tú vera virkin í einum ítróttarfelag. Tú eigur í tann mun tað er gjørligt at hjálpa til í tínum felagi við døming í yngru kappingunum og venjing av yngru árgangunum. Harafturat skalt tú leika við einum liði í lands- og steypakaping fyri títt felag. 
Kropsliga skalt tú vera so fyri, at tú fært luttikið í venjing við krevjandi kropsligum avbjóðingum. 
Næmingar, ið ikki lúka hesar treytir, kunnu ikki fáa pláss á ítróttarrásini. Næmingar, ið ikki lúka hesar treytir eftir upptøku á ítróttarrásini, antin tí teir fáa varandi skaða ella eru givnir í sinum felag, fáa bjóðað at flyta yvir á almannarásina. Er tillagining neyðug eftir heystfrítíðina í 9.flokki, kann næmingurin halda fram í flokkinum, men verður frítikin úr ítróttarpartinum. 

Upptøka 

Upptøka hevur vanliga verið um ársskiftið og plagdi at fylgja innskrivingina í forskúla og 1.flokk í dagfestingum. Tá skipaði skúlin fyri kunnandi foreldrafundi eftir, at tilmeldingin var latin upp. Ein royndarvenjing varð eisini eisini skipað, umframt samrøða var við hvønn einstakan tilmeldaðan saman við foreldri ella verja eftir leistinum, ið varð brúktru fram til januar 2024.

Fyrisitingin í Tórshavnar kommunu hevur boðað skúlanum frá á várið 2024, at tey ikki góðtaka hesa innskrivingarmannagongd, tí tað skapar órógv á hinum skúlunum í býnum.

Tí nýtir skúlin vanligu mannagongdina hjá Tórshavnar kommunu um flyting millum skúlar, ið er líka fyri allar skúlar.

Hetta merkir, at um foreldur, ið ynskja at flyta næmingar úr einum skúla í Tórshavar kommunu í annan t.d. Skúlan á Fløtum, skulu tey kontakta móttøkuskúlan og biðja um pláss. 

Allir næmingar í Skúlanum á Fløtum og Velbastaðar skúla fáa pláss í okarra hádeild og á ynsktu rásini. Næmingar, ið ynskja at flyta úr øðrum skúlum í Skúlan á Fløtum í hádeild koma í fyrstu atløgu á bíðilista og kunnu fáa tillutað avlopspláss. 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar