Skúlin hevur eitt ljóðbókasavn, har føroyskar ljóðbøkur liggja. Sí her Føroyskar ljóðbøkur, sum eru á Skúlanum á Fløtum. Fyri at fáa atgongd til ljóðbøkurnar skal tú logga á við tínum Office-brúkara.
Ljóðbókatænastan er ein eind undir Landsbókasavninum. Fylg slóðini, so sær tú hvørjar bøkur eru at finna sum ljóðbøkur.
Til ber at keypa føroysku ljóðbøkurnar, sum Sprotin hevur givið út, á Sprotanum. Sprotin samstarvar við Mofibo, so føroysku ljóðbøkurnar frá Sprotanum eru eisini at finna á Mofibo.
Á @reolen GO! og á @reolen Global eru nógvar danskar og enskar e- og ljóðbøkur. Tíverri eru enn ongar føroyskar bøkur. Hetta krevur eitt lánarakort til Býarbókasavnið.
Um staðfest er, at man er orðblindur, ber til at søkja um limaskap í Nota. Nota er eitt talgilt bókasavn, har ljóð- og e-bøkur liggja. Fyrimunurin við Nota er, at tað í flestu førum ber til at lurta og fylgja við í tekstinum samstundis.