Upptøka í Gulaskúla

Guliskúli er eitt sertilboð til næmingar, ið ganga í 4. - 10 flokki.

Í Gulaskúla er málbólkurin næmingar í fólkaskúlanum, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligu skipanini í fólkaskúlanum. (Kunngerð nr. 24 frá 19. mars 20019)

Upptøkuøkið er Tórshavnar kommuna.

 

Mannagongdin at fylgja:

Skúlin/lærarin í flokkinum

Lærarin og foreldrini hava havt samband um møguligar avbjóðingar, sum eru í skúlanum.

Átøk vera sett í verk og eru ivamál, tekur lærarin samband við Førleikastovuna í skúlanum, um onnur átøk skulu gerast.

 

Førleikastovan

Førleikastovan tekur hetta upp við Sernám og saman verða átøk roynd á skúlanum. Hesi átøk skulu fyriligjja, áðrenn stig verður tikið til umsókn til sertilboð.

 

Sernám

Tørvur, átøk, avbjóðingar og styrkir hjá barninum í verandi tilboði verða avdekkaðið nærri.

Samstarvsavtala verður gjørd um átøk fyri skúla og barn. Møguliga skal ein eygleiðing við tilráðingum fyrst gerast, í nøkrum førum er neyðugt við kanningum av barni fyri at skilja støðuna hjá barninum.

 

Avgerð um sertilboð:

Um tað síðani vísir seg at vera ein tørvur, sum ikki kann nøktast í verandi skúlatilboð, so er grundarlag fyri at søkja um pláss í sertilboðnum.

Tað er sera umráðandi, at foreldur og møguliga barn vita, hvat hetta inniber og hava givið samtykki til hesa tilgongdina.

 

Hvat er við í umsóknini

Førleikastovan í heimaskúlanum lýsir málið. Ger eina skrivliga frágreiðing, har eisini verður greitt frá, hvat skúlin hevur gjørt fyri at hjálpa barninum.

Sernám savnar viðkomandi tilfar saman. Foreldrini skulu síðani játta, at tey taka undir við hesum og geva samtykki til, hvat tilfar verður sent víðari til sertilboðið.

Tey innsavnaðu skrivini frá øllum pørtum, verða innsavnaðið av Sernám og send til leiðsluna í Gulaskúla.

Upptøkufundur er í mars/apríl á hvørjum ári

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar