Tíðindi

10. aug 2026

KOMIÐ TRYGT Í SKÚLA

19. jun 2026

110 ÁRA STARVSDAGAR Á FLØTUM

18. jun 2026

FELAGSSANGURIN

17. jun 2026

KVIRRA – EIN HEIMUR FYRI SEG

16. jun 2026

GLOYMD KLÆÐI O.A.

15. jun 2026

KASSABILAKAPPKOYRINGIN

15. jun 2026

OL í 4. flokki

11. aug 2026

SAMAN ERU ØLL SKÚLIN Á FLØTUM


Tá skúlaárið 2026/27 byrjar í morgin, verða um 800 næmingar knýttir at Skúlanum á Fløtum. Tað merkir, at meira enn tíggjundi hvør næmingur í føroyska fólkaskúlanum hevur sína dagligu á Fløtum.

Fyribils hagtølini frá Undirvísingarstýrinum  fyri komandi skúlaár vísa, at fleiri enn 700  næmingar ganga í vanligu flokkunum frá forskúla til 9. flokk í Skúlanum á Fløtum. Harumframt eru 70 næmingar í Gulaskúla og 10 næmingar   Lopfjølini, sum báðir hoyra til skúlan. Til samanberingar eru umleið 7.400 næmingar í fólkaskúlum, Skúlanum á Trøðni og frískúlum kring landið til samans.

Stórir árgangir á Fløtum

Størstur er 6. flokkur við smáum 100 næmingum. Síðani koma 8. flokkur við sløkum 90 og 1. flokkur eitt sindur færri.
Í hinum endanum er forskúlin við 60 børnum, meðan 3. flokkur hevur gott og væl 60 næmingar. Tríggir ella fýra flokkar eru  í  hvørjum árgangi.  

Nýggj “túnoyggj”

At trýstið á skúlan er stórt, hevur verið frammi fyrr í ár. Tórshavnar kommuna fekk loyvi til ein eyka 1. flokk í skúlanum skúlaárið 2026/27, og fyrireikingar eru  gjørdar til at víðka um skúlan. Klárt  at seta elementir upp til eina “túnoyggj”, sum væntandi verður klár at flyta inn í eftir heystfrítíðina.
 
Tá ið skúlaklokkan ringir, verður sostatt lívligt aftur innan fyri stóru glasveggirnar. Gongirnar fyllast av røddum og fótafetum, og skúlastovurnar  av forvitni, arbeiði, práti og læru.

Koma og fara

Men skúlin er nógv meira enn ein fínur bygningur, skipaðir flokkar og tøl í einum almennum hagtalsyvirliti. Aftan fyri hvørt einstakt tal er eitt barn ella eitt ungt menniskja við egnum dreymum,  evnum og søgum. Her verða vinabond knýtt, vitan og førleikar mentir, og her verða bæði smá og stór fet tikin á leiðini inn í framtíðina.

Summir næmingar fara í morgin inn um skúlagáttina á fyrsta sinni, meðan aðrir fara undir sítt seinasta skúlaár her. Soleiðis er skúlin í støðugari broyting. Nýggj børn koma, onnur fara, meðan árini eisini flyta seg. Men hvørt skúlaár setur síni serstøku spor. Næmingar, lærarar, námsfrøðingar og onnur starvsfólk tvørtur um skiftandi árstøl eru øll ein partur av søguni um skúlan.

Og saman eru  øll Skúlin á Fløtum.

Keldur: Hagtøl frá Undirvísingarstýrinum  / SáF

Tekning: Vitlíki&myndaforrit: JVÚ

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar