Gott arbeiðslag
Í Skúlanum á Fløtum leggja vit dent á gott arbeiðslag, tí gott arbeiðslag er týdningarmikið av fleiri orsøkum. Vit leggja serliga dent á fýra øki. Tey er:
- menning av førleikum
- eyðmerking av avbjóðingum
- motivatión
- persónlig menning
Økini útgreinað
Menning av førleikum:
- Við at fylgja við arbeiðslagnum hjá næmingum, kunnu starvsfólk síggja, hvussu væl næmingarnir duga at arbeiða sjálvstøðugt, samstarva við onnur, og nýta tíðina skilagott.
Eyðmerking av avbjóðingum:
- Við at meta um arbeiðslagið, kunnu lærarar skjótt síggja, um ein næmingur hevur trupulleikar við ávísum evnum ella arbeiðshættum og soleiðis geva neyðuga hjálp.
Motivatión:
- Næmingar, sum vita, at teirra arbeiðslag verður eftirmett, kunnu verða meira motiveraðir til at arbeiða væl og leggja seg eftir at gera sítt besta.
Persónlig menning:
- Við at fáa afturmeldingar um arbeiðslagið, kunnu næmingar læra at betra um seg sjálvar, bæði í skúlanum og í lívinum annars.
Tá vit meta um arbeiðslagið hjá einum næmingi, gera vit tað í hvørjari lærugrein sær, tí at tað er ymiskt, hvussu raskir næmingar eru í ymiskum lærugreinum, í ymiskum samanhangum og saman við ymiskum starvsfólki.
Arbeiðslag mett út frá fimm grundtreytum
Í okkara meting leggja vit dent á 5 ymiskar grundtreytir. Tær eru:
- tíðarrøkt
- sjálvstøðugt arbeiði
- áhugi og treysti
- samskifti og samspæl við onnur
- fyrireiking
Tað góða arbeiðslagi er merkt av:
Tíðarrøkt og fyrireiking:
- Næmingurin møtir í góðari tíð og heldur seg til ásettu tíðirnar fyri uppgávur og verkætlanir og er fyrireikaður.
Sjálvstøðugt arbeiði:
- Næmingurin dugir at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd fyri egnum uppgávum.
Samskifti og samstarv:
- Næmingurin er dugnaligur at samskifta við lærarar og floksfelagar, bæði munnliga og skrivliga og dugir væl at arbeiða saman við øðrum og stuðla teimum í bólkaarbeiði.
Áhugi og treysti:
- Næmingurin vísir áhuga fyri evninum og leggur seg eftir at læra og menna seg.
- Næmingurin hevur treysti til eisini at megna tað, ið er møtimikið
Tað ónøktandi arbeiðslagið er merkt av
Ónøktandi tíðarrøkt:
- Næmingurin kemur ofta ov seint til undirvísing, er sjáldan fyrireikaður og letur uppgávur inn ov seint ella als ikki.
Manglandi fyrireiking:
- Næmingurin fyrireikar seg ikki til tímar og hevur ikki gjørt heimaarbeiði og innlatingar.
Óskipað arbeiði og lítið samkifti:
- Næmingurin hevur ikki eina skipaða tilgongd til sínar uppgávur og hevur trupult við at fylgja við.
- Næmingurin samskiftir lítið og einki við lærarar og floksfelagar um arbeiðsuppgávur og manglar tí týdningarmiklar upplýsingar og kunning.
Manglandi áhugi og treysti:
- Næmingurin vísir ikki áhuga fyri evnum, leggur seg ikki eftir at læra ella gera tað hann eigur
- Næmingurin hevur ikki treysti til tað, ið er torført.
Luturin hjá okkara starvsfólki
Sum starvsfólk leggja vit dent á at stuðla góðum arbeislagi, at hjálpa næmingum at bøta um arbeiðslagið og við at brúka fleiri ymiskar tilgongdir. Vit leggja dent á:
Greiðar væntanir:
- Seta greiðar og týðiligar væntanir fyri arbeiðslag og uppgávur.
- Næmingar skulu vita, hvat verður væntað av teimum.
Regluligar afturmeldingar:
- Geva regluligar og konstruktivar afturmeldingar um arbeiðslagið hjá næmingunum. Hetta kann hjálpa teimum at síggja, hvussu teir kunnu bøta um vanar, avrik, atburð og hugburð.
Tíðarrøkt:
- Læra næmingar at skipa sína tíð við at brúka kalendarar, listar, at seta sær mál og partsmál einsæris og í felag.
Motivatión:
- Motivera næmingar við at seta mál og geva viðurkenning fyri væl útint arbeiði. Hetta kann vera bæði við munnligari viðurkenning og við ítøkiligum skrivligum afturboðanum til uppgávur sum heild.
Stødd og stuðul:
- Geva næmingum neyðugan stuðul og hjálp, tá teir hava trupulleikar við ávísum evnum ella uppgávum. Hetta kann vera við at bjóða tillagað tilfar, persónligt tilfar ella tillagaðar tímatalvu í styttri tíðarskeið ella at arbeiða í smærri bólkum.
Gott umhvørvi:
- Skapa arbeiðsfrið í einum góðum og stuðlandi læringuumhvørvi, har næmingar kenna seg tryggar og forvitnar.
Greiðan heimaseting og tímaætlan:
- Halda gott samskifti við foreldur, so tey eisini kunnu stuðla næmingunum heima við at menna eitt gott arbeiðslag og við altíð at hava eina dagførda flokssíðu, ið skipar kunningina í heimaarbeiði og skúlaarbeiði.
Luturin hjá okkara næmingum
Næmingar kunnu bøta sítt arbeiðslag og leggja sær góðar vanar við at:
Seta mál:
- Seta bæði stutt- og langtíðar mál fyri læringina. Hetta kann hjálpa við at halda fokus og motivatión.
Skipað tíðarrøkt:
- Nýta kalendarar, listar ella aðrar tíðarrøktarhættir fyri at halda skil á uppgávum og tíðarfreistum.
Fyrireiking:
- Fyrireika seg væl til tímar og uppgávur við at lesa og gera heimasetningin frammanundan.
Samskifti:
- Vera opin og aktivur í samskiftinum við lærarar og floksfelagar. Spyrja spurningar, tá ið okkurt er ógreitt og deila tankar og hugskot.
Sjálvstøðugt arbeiði:
- Taka ábyrgd fyri egnari læring við at arbeiða sjálvstøðugt og ikki altíð dúva upp á hjálp frá øðrum ella at sleppa sær undan.
Refleksjón:
- Regluliga reflektera yvir egið arbeiðslag og læra av royndum. Hugsa um, hvat riggar væl, og hvat kann betrast.
Javnvág:
- Hava eina sunna javnvág millum skúla, frítíð og hvíld.
- Góð hvíld og frítíð bøta um arbeiðslagið.
- Ov nógv skíggjanýtsla er eisini oyðandi fyri arbeiðslag, treysti og hugsavnan.
Motivatión:
- Finna persónligar motivatiónskeldur, sum kunnu hjálpa við at halda ágrýtni og áhuga fyri læringini og byggja tað neyðuga treysti til at halda á, tá tað er neyðugt.
Skipað í 5 stig
Ítøkiliga skipa vit metingina í 5 stig. Hetta er fyri at kunna gera eina greiða og einfalda, men kortini nøktandi meting av arbeiðslagnum. Stigini eru:
- Framúrskarandi arbeiðslag
- Gott arbeiðslag
- Miðal arbeiðslag
- Ivasamt arbeiðslag
- Ónøktandi arbeiðslag
Tey 5 stigini útgreinað
Framúrskarandi (1 stig):
Næmingurin heldur allar tíðarfreistir.
Arbeiðir sjálvstøðugt og tekur fulla ábyrgd fyri sínum uppgávum.
Vísir stóran áhuga og treysti í øllum uppgávum.
Samskiftir væl og er ein virkin luttakari í bólkaarbeiði.
Er væl fyrireikaður til allar tímar og uppgávur.
Gott (2 stig):
Næmingurin heldur flestar tíðarfreistir.
Arbeiðir sjálvstøðugt, men kann av og á hava brúk fyri vegleiðing.
Vísir áhuga og trysti í flestu uppgávum.
Samskiftir væl og luttekar í bólkaarbeiði.
Er vanliga væl fyrireikaður til tímar og uppgávur.
Miðal (3 stig):
Næmingurin kann av og á hava avbjóingar við at halda tíðarfreistir.
Arbeiðir sjálvstøðugt við nakað av vegleiðing og stuðli.
Vísir áhuga í fleiri evnum, men ikki treysti í øllum.
Samskiftir, men kann vera meira aktivur í bólkaarbeiði.
Er av og á væl fyrireikaður til tímar og uppgávur.
Ivasamt (4 stig):
Næmingurin hevur ofta arvbjóðingar við at halda tíðarfreistir.
Hevur trupult við at arbeiða sjálvstøðugt og hevur ofta brúk fyri vegleiðing.
Vísir lítlan áhuga og treysti í uppgávum.
Samskiftir ikki nóg væl og er lítið aktivur í einstaklinga- ella bólkaarbeiði.
Er ofta ikki fyrireikaður til tímar og uppgávur.
Ónøktandi (5 stig):
Næmingurin heldur nærum ikki tíðarfreistir.
Arbeiðir ikki sjálvstøðugt og tekur ikki ábyrgd fyri sínum uppgávum.
Vísir ongan áhuga og treysti í uppgávum.
Samskiftir ikki við lærarar og floksfelagar.
Er sjáldan ella ongantíð fyrireikaður til tímar og uppgávur.
Hendan mannagongdin er sett í verk skúlaárið 24/25 sum ein royndarætlan