
Skáin er eitt tilboð til næmingar frá 3. til 6. flokk, ið ikki megna ein heilan dag í flokkinum av ymiskum orsøkum.
Vit leggja dent á, at næmingarnir varðveita tilknýtið til heimaflokkin. Í nøkrum førum eru næmingarnir bara nakrar fáar tímar um vikuna í Skáanum, og í øðrum førum kunnu næmingar vera í fleiri tímar, tó í mesta lag upp til 12 tímar um vikuna.
Í Skáanum hava næmingarnir sítt egna pláss, og vit leggja arbeiðið til rættis eftir tørvinum hjá einstaka næminginum. Vit arbeiða bæði fakligt, handaligt og við rørslu.
Næmingarnir, sum koma í Skáan, eru væl kunnaðir um tilboðið frammanundan, og hvussu skúladagurin fer at síggja út. Tey fáa eina tímatalvu, sum vísir, hvørjar tímar á degnum tey skulu koma í Skáan. Somuleiðis eru foreldrini eisini kunnaði og fáa møguleika at koma at vitja Skáan, áðrenn byrjað verður.
Tá næmingurin byrjar í Skáanum, fær næmingurin ein kontaktpersón, sum samskiftir við foreldrini og er bindilið ímillum flokslærara og Skáan.
Foreldur og næmingar fáa ein faldara um Skáan um mannagongdir og arbeiðshættir. Faldarin kann eisini lesast her
Í Skáanum starvast tveir lærarar og ein námsfrøðingur. Tey leggja arbeiðið til rættis í tøttum samstarvi við flokslæraran hjá næminginum. Í flestu førum verður roynt, at næmingarnir fylgja sínari tímatalvu, í tann mun tey megna tað.
Endamálið við Skáanum er, at næmingar eftir eina tíð í Skáanum megna at koma aftur í flokkin fulla tíð.