Skúlavegleiðingin
Harriet Poulsen
harriet.poulsen@saf.fo, tlf: 21 38 57
Skúlavegleiðingin í Skúlanum á Fløtum heldur til í einum høli inn frá bókasavninum við síðuna av KT-vørðunum.
Her kunnu næmingar, foreldur og eisini starvsfelagar koma til eitt prát ella at seta spurningar um okkurt, ið hevur við skúla, útbúgving ella arbeiði at gera.
Nógvir av spurningunum snúgva seg um ymisk val, ið næmingarnir skulu gera ella sum teir hava gjørt. T.d. í 6. flokkunum, tá ið miðdeild endar, skulu næmingarnir velja almanna- ella ítróttarrás fyri eina 3-ára hádeild. Hetta kann vera lætt, men onkuntíð kunnu ivamál stinga seg upp. Eitt nú, um bert tann eini av vinmonnunum fer í almannarásina, tí hann vil hava tónleik. Er tað gott? Ella ei? So kann samskiftast um tað. Í 7. flokki snýr tað seg mest um at fóta sær í hádeild við teim øðrvísi fakligu krøvunum. Spurningar kunnu setast, hvussu mann best nær málunum, ið ein setir sær. Eisini kann ivi vera um, um mann skal skifta okkurt fak. 8. flokkur er eitt sindur úti av húsinum til ymisk tiltøk við t.d. Ferðslutrygd og Kenn títt yrki. Tey byrja so smátt at hugsa um framtíðina aftaná fólkaskúlan. Hvar skulu tey fara? Og hvat skulu tey velja? Her er ofta gott at hava bólkasamrøður, har tey tosa um júst hetta sína ámillum og við vegleiðaran. 9. flokkur hevur annað beinið uttanfyri skúlan. Tey hugsa um metini, ið skulu brúkast at søkja í miðnám, í NámX, í eftirskúlar ella um lærupláss. Her eru spurningarnir lagaðir til førleikar og hug í samband við skúlagongd, víðari lestur ella starvslæru. Eisini fer 9. flokkur í starvsvenjing sum ein liður í at koma at kenna samfelagið, og sínar egnu dygdir og preferansur.
Skúlavegleiðingin hevur ábyrgd av næmingaráðunum, ið eru trý í tali. Eitt fyri miðdeild og tvey fyri hádeild. At tað eru tvey fyri hádeild, er tí, at 7. og 8. flokkur hava meira til felags enn 9. flokkur, ið er mest upptikin av at hugsa um og at skipa síðsta skúladag og endaveitsluna. Næmingaráðini eru vald demokratiskt og eru næmingaráðsumboðini -tvey í tali- umboð fyri flokk sín. Tey taka ymisk mál við, ið tey meta kunnu verða ein bati fyri skúlan. Endamálið við næmingaráðum er at læra tey at vera ein virkin partur av fólkaræðinum. Tey læra, at tey kunnu hava ávirkan á umhvørvið, ið tey eru í dagliga. Tey læra at seta fram uppskot, at samskifta og at atkvøða um málini. Eisini læra tey, at rødd teirra hevur megi, og at tað er dugur í at bera fram ynski, og at síggja tey aftur í verki.
Skúlavegleiðingin hevur flatu við fleiri útbúgvingar, stovnar og starvspláss í samfelagnum. Miðnámsútbúgvingar, eftirskúlar, háskúlar og NámX koma á gátt og hava kunning fyri 9. flokkunum. Eisini eru áheitanir og vitjanir av donskum eftir- og háskúlum.
Starvspláss um allar Føroyar, á landi og á sjógvi, verða spurd um at taka næmingar í starvsvenjing. Her hoyrir uppfylging og eftirmeting til.
Skúlavegleiðingin kann sostatt hjálpa næminginum í at koma at kenna sínar dygdir, førleikar, hug og preferansur í einum fólkaræðisligum samfelag.