IntoWords


IntoWords er eitt forrit, sum hjálpir tær at lesa og stava á sama hátt sum CD-ord. Forritið kann eisini nýtast á Chrome teldum, og tað leggur seg aftrat Chrome kaganum. IntoWords riggar á donskum, enskum, týskum og øðrum málum, men ikki á føroyskum. Skúlin hevur hald til allar næmingar. Tú brúkar sama brúkara og loyniorð, sum til CD-ord. Set teg í samband við orðblindalæraran ella telduvørðin at fáa hetta.

Tú finnur forritið her: IntoWords og kanst lesa meiri her: IntoWords- leiðbeining.

Voice Dream 

er ein app, sum ger tað møguligt at fáa tekst lisnan upp á ymsum málum, eisini á føroyskum. Tú tekur Voice Dream niður á tína IPhone ella IPad. Um tú eisini keypir skannaran, sum hoyrir til, ber til at taka mynd av einum teksti og gera myndina til lesbaran tekst, t.e. tekst til talu. Voicedream er at fáa á AppStore. Av tí at Voice Dream kostar, hevur skúlin nakrar IPaddar til láns, so tú kanst kunna teg, áðrenn tú gert av, um tú vilt keypa appina. Við øllum kostar appin uml. 250 kr. Vilt tú vita meira, so hygg her: Voicedream

Legere

Sami veitari, sum hevur ment Voice Dream, hevur gjørt eina líknandi app til android telefonir. Meira fæst at vita her: Legere

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar