Innskúling f.fl – 1.fl. 

Næmingarnir hava ikki snild-telefon ella snild-ur við í skúla.

Foreldur kunnu ringja til flokslærara ella á skrivstovuna, um tey hava átroðkandi boð. 

Næmingar kunnu ringja heim við telefonini hjá skúlanum.

 

Grunddeild 2-fl – 3.fl. 

Vanliga hava næmingar ikki snild-telefon ella snild-ur við í skúla.

Galdandi fyri tey, ið kortini hava telefon við í samráð við flokslærara er; at lærari, sum hevur flokkin fyrsta tíma um morgunin, savnar telefonirnar inn, og tær verða settar í skápið í skúlastovuni, sum verður læst.  

Lærarin, sum hevur næmingarnar seinasta tíma heimastovuni, letur næmingunum telefonirnar aftur eftir loknan tíma. 

Telefonirnar skulu verða sløktar ella ljóðleysar, so tær ikki órógva.  

Næmingar kunnu ringja heim við telefonini hjá skúlanum.

Miðdeild 4.fl – 6.fl. 

Næmingar í miðdeild kunnu velja sjálv, um tey hava snild-ur og snild-telefon við í skúla. Galdandi fyri tey, sum taka av hesum møguleika, er; starvsfólkið, sum hevur flokkin fyrsta tíma um morgunin, savnar telefonir og møguliga ur inn, og hesi verða sett í skápið í skúlastovuni, sum verður læst.  

Starvsfólkini kunnu nýta telefonirnar í skúlatíð saman við næmingunum sum part av undirvísingini. Tá verða hesar tiknar fram eftir tørvi og síðan settar aftur eftir lokna undirvísingargongd. 

Starvsfólkið, sum hevur næmingarnar seinasta tíma heimastovuni, letur næmingunum telefonirnar aftur eftir loknan tíma. 

Telefonirnar skulu verða sløktar ella ljóðleysar, so tær ikki órógva.  

Næmingar kunnu ringja heim við telefonini hjá skúlanum.

Hádeild 7.fl – 9.fl. 

Næmingar í hádeild kunnu velja sjálv, um tey hava snild-ur og snild-telefon við í skúla. Galdandi fyri tey, sum taka av hesum møguleika, er; starvsfólkið, sum hevur flokkin fyrsta tíma um morgunin, savnar telefonir inn, og hesi verða sett í skápið á háslættanum, sum verður læst.  

Starvsfólkini kunnu í serligum førum tá tað er tørvu á tí, nýta telefonirnar í skúlatíð saman við næmingunum sum part av undirvísingini. Tá verða hesar tiknar fram eftir tørvi og síðan settar aftur eftir lokna undirvísingargongd. 

Starvsfólkið, sum hevur næmingarnar seinasta tíma, letur næmingunum telefonirnar aftur eftir loknan tíma. 

Telefonirnar skulu verða sløktar ella ljóðleysar, so tær ikki órógva.  

--

Um so er, at næmingur ikki heldur telefonreglurnar, so hava starvsfólk rætt at taka fartelefonir, sum verða brúktar. Telefonirnar verða handaðar skrivstovuni, sum letur tær aftur til foreldur ella onnur vaksin avvarðandi, tá tey avheinta hesar. Ber ikki til hjá foreldrum at avheinta telefonir í kontórtíð, ber til í hvørjum einstøkum føri at gera eina avtalu við leiðsluna, um hvussu foreldrini fáa telefonina.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar