Tá sorgin rakar
Okkum, sum dagliga hava við børn at gera, er greitt, at børnini knýta seg tætt at teimum vaksnu, sum eru um tey í gerandisdegnum. Vit fáa at vita um tær stóru hendingar, sum næmingunum hava verið fyri, og fáa høvi at taka lut í gleði og sorg.
Tað er lætt, tá ið tað snýr seg um gleðiligar tilburðir, men torførari, tá ið tað snýr seg um sorg og syrgiligar tilburðir, sum summir næmingar tíverri ikki sleppa undan.
Deyði og aðrar skelkandi hendingar kunnu føra við sær
- At ordan og reglusemi í lívinum fer av lag
- At lívslinjan kvettist, lívsgrundarlagið verður tikið undan barninum
- At spurnartekin verða sett við grundleggjandi hugsanir um okkum sjálvi, onnur og verðina
- At meiningin og trúgv í tilveruni minkar
- At vit uppliva lívið, sum nakað vit ikki hava tamarhald á, og verðina sum órættvísa
Tað liggur eisini í tíðini at seta orð á øll fyribrigdi, sum henda í lívsins viðurskiftum. Tað, sum fyrr var friðhalgað at tala um og tagt burtur, elvdi stundum til sálarliga innilokan, einsemi og døpurhuga, sum so aftur elvdu til forðingar fyri menning og læring.
Henda tilbúgvingarætlan skal vera okkara amboð at nýta í teimum førum, har vit hava onkran, sum verður raktur av sorg. Hon skal somuleiðis gera okkum lærarar og starvsfólk á skúlanum tilvitað um tann leiklut, sum vit hava í arbeiði okkara, tá ið tað snýr seg um at hjálpa og stuðla teimum næmingum, vit hava ábyrgdina av.
Endamálið er sostatt í greiðum orðum at siga, hvussu vit gera, tá sjúka, vanlukka ella deyði rakar okkum í skúlanum ella ein av okkara nærmastu. Vónandi kann tilbúgvingarætlanin lætta um ta truplu støðu, vit eru í, tá sorgin rakar.
Stuðulsbólkur (eisini nevndur sorgarbólkur)
Skúlin skal altíð hava ein stuðulsbólk. Í honum sita 3-5 áhugaðir lærarar, námsfrøðingar, umboð fyri leiðsluna og heilsufrøðingur.
Uppgávan hjá stuðulsbólkinum er
- At virka sum stuðul, har tørvur er.
- At taka saman um og eftirmeta, táboð hevur verið eftir bólkinum.
- At fylgja við, hvat kemur út av viðkomandi tilfari og á annan hátt halda við líka og nema sær nýggja vitan um evnið
- At dagføra tilbúgvingarætlanina
- At kunna starvsfólk um teirra rættindi og møguleikar, tá sorg rakar flokkin.
- At kunna nýggj starvsfólk um tilbúgvingarætlanina á fyrsta námsfrøðiliga fundi
Stuðulsbólkurin kann eisini
- Skipa fyri fundum, fyrilestrum ella evnisdøgum
- Kunna onnur starvsfólk um nýtt tilfar, skeiðstilboð o.s.fr.
Uppgávan hjá leiðsluni
- Hava eina sorgarbók, har hendingar verða skrásettar, dagfestingar o.s.fr. so fylgjast kann við teimum einstøku førunum.
- Syrgja fyri, at flaggið kemur upp, tann dagin, jarðarferðin er.
- Syrgja fyri, at dagførdur telefonlisti er fyri hvønn flokk.
- Taka sær av samskifti við fjølmiðlarnar
- Senda blómur/krans
- Syrgja fyri flaggi, ljósum o.ø. til minningarløtu
FELAGS MISSUR
Hevur næmingur verið leingi burtur vegna sjúku ella annað
- Flokslærarin/toymið tosa saman og tosa við foreldrini fyri at kunna seg um støðuna
- Avtala kann verða gjørd við foreldur um kunning inni í flokkinum
- Flokslærarin kunnar flokkin og starvsfelagar
- Tosað verður við teir flokkar, har tann sjúki hevur systkin
- Flokslærarin ella annað starvsfólk, sum er tætt knýtt at næminginum, skipar fyri tiltøkum – t.d. vitjan á sjúkrahúsi ella heima, senda brøv/tekningar og føðingardagsgávu
- Gera vitjanarlista í samráð við foreldrini
- Heimið verður kunnað um tað, sum fyriferst á skúlanum, so næmingurin alla tíðina kennir seg knýttan at hópinum
- Flokslærarin kunnar toymið og hini starvsfólkini við hóskandi millumbili um støðuna
- Flokkurin ger tiltøk, tá ið næmingurin kemur aftur, t.d. hugnatíma
·
Tá ið næmingur doyr
Hevur næmingur verið leingi sjúkur
- Flokslærarin boðar leiðsluni frá og leiðslan kunnar øll starvsfólkini um støðuna
- Flokslærarin/toymið kunnar flokkin
- Flaggið verður vundið á hálva stong, tann dagin jarðarferðin er.
- Morgunin eftir ella so skjótt til ber, kunnar leiðslan allar næmingarnar um hendingina.
- Saman við kunningini fylgir eitt ritual – faðirvár, tendra ljós, blómur, tøgn í 1 minutt o.a.
Doyr næmingur brádlig
- Tá ið deyðsboð eru, verða flokslærari og leiðsla kunnað
- Flokslærarin ella annað starvsfólk setur seg í samband við heimið fyri nágreiniliga at vita, hvat er hent og hvussu støðan er
- Leiðslan boðar toyminum til fundar, so skjótt boðini eru komin
- Flokslærarin/toymið kunnar flokkin
- Morgunin eftir ella so skjótt til ber kunnar leiðslan allar næmingarnar um hendingina.
- Saman við kunningini fylgir eitt ritual – faðirvár, tendra ljós, blómur, tøgn í 1 minutt o.a. prestur er møguliga hjástaddur
- Tá ið øll vita um hendingina, verður flaggið á skúlanum vundið á hálva stong
- Umráðandi er, at næmingarnir í flokkinum fáa høvi at tosa um hendingina; tí er neyðugt, at meira enn eitt starvsfólk er hjástatt tann dagin. Geva rúm fyri, at næm. kunnu práta, spyrja og vísa kenslur
- Ikki sleppa børnunum heim einsamøllum, men avtala við foreldrini at koma á skúlan eftir børnunum
- Fokslærarin setir seg í samband við foreldraumboðini, sum síðani boða øllum foreldrunum frá at koma á skúlan eftir børnunum og somuleiðis til eina samkomu
- Práta við foreldrini í flokshølunum um tað, sum hent er, so øll fáa somu kunning um hendingina, og kunna øll um t.d. jarðarferð og ta ætlan, sum skúlin hevur, hvat meira skal henda. Syrgja fyri, at øll børnini fara heim við onkrum vaksnum
- Fokkurin og skúlin senda krans ella blómur
- Næmingarnir gera eina minningarbók um næmingin, sum heimið fær
- Okkurt serligt verður gjørt við plássið hjá næm. nakrar dagar ella restina av skúlaárinum, t.d. mynd og blómur
- Ein limur úr sorgarbólkinum/stuðulsbólkinum verður knýttur at flokkinum um tørvur er á tí
- Flokslærarin fylgir øllum upp – sum t.d.:jóðar foreldrunum til hugnaløtu á jólum
- Føðingar- og deyðsdagurin verða merktir
- Vitjan á grøvini o.t.
- Skúlin flaggar jarðarferðardagin
Tá starvsfólk doyr
- Leiðslan setur seg í samband við familjuna
- Leiðslan boðar til fundar og kunnar øll starvsfólk á Teams og morgindagurin verður lagdur til rættis
- Flokslærarin/toymið fer inn við sínum flokki og kunnar næm., áðrenn øll hittast til eina minningarløtu
- Skipað verður fyri minningarsamkomu. Leiðsla ella annað starvsfólk/prestur hevur eina minningartalu. Sálmur, tala, faðir vár, ljós, tøgn 1 min.
- Deildarleiðarin kunnar foreldrini í flokkunum, sum starvsfólkið er knýtt at, um at koma í skúlan til kunning, samtalu og at fylgja børnunum heim
- Umboð fyri skúlan fer heim til familjuna og gevur familjuni tilsøgn um hjálp, t.d. til jarðarferðina
- Skúlin er stongdur, tann dagin jarðarferðin er og leiðslan syrgir fyri blómum ella kransi
- Skúlin flaggar tann dagin, jarðarferðin er.
MISSUR HJÁ TÍ EINSTAKA
Tá foreldur/systkin hjá næmingi verða rakt av álvarsligari sjúku ella vanlukku
- Flokslærarin ella annað starvsfólk (sum næmingurin ella foreldrini kenna seg knýtt at) kunnar øll starvsfólkini, sum hava flokkin, um støðuna.
- Hevur næmingurin onnur systkin í skúlanum, tosa øll starvsfólkini saman um støðuna.
- Tað er av stórum týdningi, at eisini hinir næmingarnir í flokkinum og foreldur teirra fáa at vita, hvat er hent. Flokslærarin/toymið tekur sær av hesum
- Flokslærarin ger hinum næmingunum greitt, at viðkomandi næmingur, sum hevur sjúk foreldur ella systkin, kann hava ógvuliga skiftandi sinnalag/atburð.
- Veldst um, hvussu støðan er og hvat avvarandi ynskja, kunnar lærari/toymi næmingarnar um sjúkuna við at greiða teimum frá øðrum líknandi tilburðum, brúka ymiskt tilfar í undirvísingini, sum hóskar til akkurát henda tilburðin o.t.
Tá næmingur missir foreldur ella systkin
- Flokslærarin kunnar leiðslu og onnur starvsfólk um tilburðin
- Flaggið verður vundið á hálva stong tann dagin jarðarferðin er.
- Flokslærarin kunnar foreldur/avvarðandi um, at vit tosa við næmingarnar um andlátið í tímanum (avmystifisera). Eftir tørvi kann flokstoymið heita á serkøna hjálp t.d. prest, sálar- ella heilsufrøðing at vera til staðar
- Um systkin eru í øðrum flokkum, verður felags mannagongd fylgd í øllum avvarðandi flokkum
- Starvsfólk kunnu fara heim til familjuna og/ella á annan hátt seta seg í samband við tey og geva tilsøgn um hjálp, t.d. til jarðarferðina.
- Blómuheilsan verður latin frá flokkinum – skúlin rindar
- Minningarløta verður fyri flokkinum. Næmingur og avvarandi verða boðin við.
- Toymið, ið er um næmingin, má vera serliga vakið um næmingin ta fyrstu tíðina aftaná, og framhaldandi í árunum, sum koma. Royna av og á at fáa eitt prát við næmingin, tá tað hóskar seg
Tá starvsfelagi missir hjúnarfelaga/maka/foreldur ella barn
- Leiðsla boðar sorgarbólkinum og starvsfólki skúlans frá, áðrenn skúladagurin byrjar
- Umboð fyri skúlan vitjar heimið
- Umboð fyri skúlan gevur vegna skúlan tilsøgn um hjálp
- Flaggið verður vundið á hálva stong tann dagin jarðarferðin er.
- Leiðslan syrgir fyri, at skúlin sendir krans ella minnisgávu
- Sorgarbólkurin/leiðslan fylgir við starvsfólkinum, tá viðkomandi kemur aftur og vísir serliga umsorgan og tryggjar, at starvsfólkið er kunnað um teirra rættindi.
Andlát í skúlafrítíð
Tá starvsfelagi ella næmingur doyr ella missir í skúlafrítíðini
- Leiðsla boðar sorgarbólkinum og annars øllum starvsfólki frá á Teams
- Umboð fyri flokstoymið og leiðslu vitja heimið
- Flaggið verður vundið á hálva stong tann dagin jarðarferðin er
- Umboð fyri flokstoymið kannar, um tey avvarðandi hava serlig ynski ella brúk fyri hjálp.
- Leiðslan syrgir fyri blómum, kransi ella minnisgávu
- Fyrsta skúladag eftir frítíð skipar leiðslan fyri minningarløtu
- Flokstoymið bjóðar teimum avvarðandi við til minningarløtuna
- Flokstoymið er saman við flokkinum eftir minningarløtuna
- Fylgjandi eigur flokstoymið/sorgarbólkurin, saman við heilsufrøðingi, at meta um tørvin hjá barninum/starvsfelaga í samb. við serkøna hjálp