Tíðindi

12. aug 2026

SO VÓRU VIT AFTUR Í SKÚLA

11. aug 2026

SAMAN ERU ØLL SKÚLIN Á FLØTUM

10. aug 2026

KOMIÐ TRYGT Í SKÚLA

19. jun 2026

110 ÁRA STARVSDAGAR Á FLØTUM

18. jun 2026

FELAGSSANGURIN

17. jun 2026

KVIRRA – EIN HEIMUR FYRI SEG

16. jun 2026

GLOYMD KLÆÐI O.A.

20. aug 2026

6.D VIÐ WESTWARD HOO

Frálíkur fiskitúrur í Nólsoyarfirði

 

Ein fyri og ein eftir koma tey. Smátt um smátt standa fleiri næmingar á bryggjuni. Tey smílast og práta, og onkur finglast við fínu tráðuna, meðan bíðað verður. Lærararnir eru eisini komnir. Tað eru teir báðir vinmenninir. Teir plaga av og á at fiska saman, ikki í Nólsoyarfirði, sum í dag, men við tráðu á landi. Teir fiska bæði síl og laks. Fiskikongurin, hann  fær næstan altíð síl ella laks. Verri er við vininum,  Hann er  fiskidólgur, heldur hann sjálvur.  Men vónin livir, og í dag kann alt henda.


Claus tekur ímóti á bryggjuni. Hann hyggur at einari av tráðunum, sum ein drongur hevur við sær, og staðfestir beinanvegin, at hon dugir einki til toskafiskiskap. “Tú skalt hava eina ordiliga tráðu, eina toskatráðu”  Drongurin rykkir brýr, men missir ikki mótið. Tað er, sum um hann hugsar: “Bíða bara, gamli. Tú skalt fáa at síggja!”

Nú eru øll komin, og manningin rópar tey umborð. Næmingarnir eru spentir, og tað er nógv at práta um. Miriam hevur  verið í fjørðinum  áður við pápanum, Kristiani, sum eisini er við í dag. Onnur hava kanska verið í Sandagerði við einum glupi ella fanga krabbar. Royndirnar eru ymiskar.  

Claus greiðir frá um trygdina umborð og vísir teimum runt. So peikar hann við einum skálkasmíli á eina tunnu og sigur við álvarsamari rødd: “Síggja tit hasa tunnuna har yviri? Hatta er bukkan. Vilja tit á ves, seta tit tykkum bara á tunnuna!”  Nakrar gentur snerkja eitt sindur, áðrenn tær fara at flenna. Men skjótt gloyma tær hesa serstøku avbjóðingina. Tær hugsa mest um, hvussu túrurin fer at hilnast uttan bukku væl at merkja.

Veðrið er av tí besta. Tað er at kalla logn, og sjógvurin liggur blankur.  Lítið  bendir á, at nakar fær sjóverk á hesum túrinum, men fyri at vera heilt vís hyggja summi kortini heldur varisliga útum lúnningina.

Skiparin, Egil,  er royndur og nærlagdur. Hann kennir hvørja ýðu, hvønn strong og hvørt mið. Og skjótur er hann at finna tey røttu. Eftir eina løtu  steðgar motorurin, klokkan ringir og boðini koma: “Vit royna her!”  Tráðurnar fara út um stokkin, og nú verður bíðað. Tað gongur tó ikki long tíð, fyrr enn fyrsti næmingurin rópar: “Eg havi okkurt!”  Skjótt er lív á dekkinum. Tráðurnar hava hug at bogna, næmingarnir draga, og fiskur sæst koma uppeftir undir vatnskorpuni.. Toskur, hýsa, longa og onkur seiður. Eisini ein kongafiskur endar á dekkinum. Hann er tó so lítil, at seinni verður hann tveittur til havhestarnar.

Tað vísir seg skjótt, at næmingarnir í 6.d eru óførir at fiska. Fiskurin bítur væl á, eingir slánar,  nógvir eru bæði  stórir og feitir. Onkur næmingur stendur nú við einum stórum toski og sær út, sum hevur hann ikki gjørt annað alt sítt lív. Fiskikongurin sjálvur, hyggur væl nøgdur at. Vinurin roynir eisini at síggja út sum ein royndur fiskimaður. Hann stendur álvarsamur við tráðuni og hyggur út á sjógv. Men fiskarnir tykjast framvegis vita, júst hvar hann stendur.

Viktoria fær størsta toskin. Hon stríðist leingi, og eina løtu sær út til, at toskurin ætlar sær avstað við allari tráðuni. Men hon  gevst ikki. Spakuliga fær hon hann nærri, og at enda verður stóri toskurin hálaður um stokkin. Abbi hennara, Sofus, er við á túrinum. Hann er bæði errin og spentur; fylgir væl við og hjálpir sjálvandi síni kæru abbadóttir.  Tá ið toskurin liggur á dekkinum, er eingin ivi um, at torført verður at fáa ein størri fisk.  

Onnur foreldur eru eisini við og hjálpa til. Tey loysa fløkjur, egna og geva góð ráð og fiska eisini. Martin, pápi Oliver, hevur eitt fínt myndatól og fær frálíkar myndir í kassan.

So hvørt sum fiskur kemur upp á turt verður hann bløðgaður og sleptur í ein kassa við sjógvi, síðani  krúvdur og fer í ein annan kassa . Hetta er eisini ein partur av læruni. Næmingarnir kanna saman við manningini,  hvat fiskurin hevur etið, og tað er nógv løgið at finna í magunum: krabbar, skotuyngul, steinar og annað mangt. “Hví etur ein fiskur steinar?” spyr onkur. Tað veit eingin heilt vist. Kanska hevur fiskurin bara verið líka svangur sum Bragi beint áðrenn, hann opnar matpakkan?

Tíðin  gongur skjótt. Stútt og støðugt  legst fiskur afturat. Onkur fær tveir á  í senn, men missir annan. Og onkur fær so stóra fløkju, at bæði foreldur, lærarar og  manning  mugu  koma uppií. Men lagið er kortini sera gott. Løgdu frá landi klokkan átta.  Nú tá ið avtornar, telja tey veiðuna, og tey hava tilsamans  fingið 62 fiskar. Eitt framúr gott úrslit.

Kapping er millum sættu flokkar í kommununi, og higartil liggur 6.d fremstur. Kortini er einki avgjørt enn, tí nógvir  flokkar eru tilmeldaðir, og kappingin er langt frá liðug. Men flokkurin liggur væl fyri, og tað skapar spenning á Fløtum. Hinir sættu flokkarnir á Fløtum, tríggir í tali,  hava eisini verið í fjørðinum við Westward Hoo, og hjá teimum hevur eisini vignast sera væl.

Fiskað verður ikki í sjálvdrátti. Fiskurin verður býttur millum  fiskararnar. Flokslærarin fær tríggjar vakrar hýsur heim við sær. Um kvøldið kóka hann og konan sær feskan fisk til døgurða við leykasmelti og eplum afturvið. Tað smakkar framúr væl. Ymsa aðrastaðni í vesturbýnum sjóðar eisini í grýtunum hetta mánakvøld.  Sum vera man setur blóðið eitt sindur úr høvdinum og niður í búkin eftir so góðan døgurða. Tí verður farið tíðliga í song. Tað er sjálvandi ikki tí, at flokslærarin er móður eftir túrin, tað er bara  feska hýsan, sum ger hann so øgiliga svøvntungan.

Ein framúr góður dagur er komin at enda.

Upptøka og myndir: JVÚ

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar