Búmerkið er frá EYA og er sniðgivið sum ein samanrenning av tí Skúlin á Fløtum stendur fyri.
Fýrkanturin í miðuni er kjarnin; mentanin og grundarlagið undir skúlanum. Loddrætta flatan; klassiska og talgilda talvan, tann vatnrætta er skúlaborðið, blokkurin og teldilin.Næmingar og lærarin skapa ein ring, ið ímyndar felagsskapin og samstarvið, sum skúlaumhvørvið fevnir um. Ymsu litirnir vísa á ymiskleika og einstaka næmingin, sum er partur av felagsskapinum.
Fleiri skap eru í búmerkinum. Samlaða skapið líkist summarfugli og vísir næmingin sum búnast og mennist, frá tí degi hann kemur í skúla, til hann er liðugur og klárur at fara egnar leiðir.

Lýsing av búmerki

Heinta búmerki her:

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar