Tíðindi

18. jun 2026

FELAGSSANGURIN

17. jun 2026

KVIRRA – EIN HEIMUR FYRI SEG

16. jun 2026

GLOYMD KLÆÐI O.A.

15. jun 2026

KASSABILAKAPPKOYRINGIN

15. jun 2026

OL í 4. flokki

12. jun 2026

STUTTLIGUR SKÚLADAGUR

11. jun 2026

FRÁ SKÚLABÓKA­SAVNI­NUM: LES Í SUMMAR

  • F.v.: Dagny Højgaard, Katrin L. Mortensen, Lisa Hendriksdóttir, Ingolvur Foldbo, Margreth Veihe, Regin Marnersson
19. jun 2026

110 ÁRA STARVSDAGAR Á FLØTUM

Í dag eru starvsfólkini á Fløtum savnað í veitslulag. Hetta er siðvenja seinasta arbeiðsdagin undan summarfrítíðini, sum í ár er dagin eftir, at næmingarnir eru farnir í summarfrí.

Á skrivstovuni verður hildið neyvt eyga við, um onkur hevur starvsdag at hátíðarhalda henda síðsta dagin í skúlaárinum. Í ár eru ikki færri enn sjey starvsfólk, sum kundu heiðrast  fyri trúfesti. Samanlagt hava tey verið í starvi  á Fløtum í samfull 110 ár. Skúlin  fegnast um, at fólk trívast og at  royndir og ídni í arbeiðinum geva úrslit, sum koma øllum til gagns.

Tey, sum hava starvsdag, eru hesi:

  • Dagny Højgaard, lærari
  • Katrin Lindberg Mortensen, námsfrøðingur
  • Lisa Hendriksdóttir, lærari
  • Ingolvur Foldbo, húsavørður
  • Malan Eyðunsdóttir, lærari
  • Margreth Veihe, lærari
  • Ribjørg Hentze, skrivstovufólk
     

Regin Marnersson, skúlastjóri, er uttast t.h. á myndini, og Ribjørg Hentze vantar. 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar