Dátuverndarkunning
Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Skúlanum á Fløtum at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar i dátuverndarlógini.
Nær viðgerð Skúlin á Fløtum upplýsingar um teg?
Skúlin á Fløtum viðger persónupplýsingar i sambandi við virksemi skúlans, undir hesum serliga samskiftisupplýsingar, arbeiðslag, trivnað, uppmøting, støðumet og ársmet.
Viðgerðin av persónupplýsingum fevnir i høvuðsheitum um skráseting og goyming. I flestu førum viðger skúlin samskiftisupplýsingar so sum navn og teldupost. Í serstøkum føri viðger skúlin viðkvæmar upplysingar.
Skúlin á Fløtum savnar inn upplýsingar, tá ið:
• tú verður innskrivað/ur í skúlan
• tú hevur vent tær til skúlan við eini klagu ella fyrispurningi persónliga ella umvegis telefon ella teldupost.
Endamál við viðgerðini av persónupplýsingum
Skúlin á Fløtum viðger persónsupplýsingar fyri at kunna ynna tær myndugleikauppgávur, sum fólkaskúlalógin og onnur viðkomandi lóggáva áleggur stovninum.
Fyrisitingarrætturin er galdandi fyri allar almennar skúlar, og Skúlin á Fløtum skal eisini fylgja hesum reglum. Skúlin á Fløtum skrásetir allar upplýsingar, sum koma inn og hava týdning fyri eitt mál.
Heimild fyri viðgerð av persónupplýsingum
Heimildin til at viðgerða persónsupplýsingar er i høvuðsheitum:
• Dátuverndarlógin § 8, stk.1, nr. 3, fyri a t halda rættarligar skyldur.
• Dátuverndarlógin § 8, stk.1, nr. 5 fyri a t tinna myndugleikauppgávur
• Dátuverndarlógin § 12, stk. 1, nr. 2, tá talan er um viðkvæmar upplýsingar.
• Dátuverndarlógin § 16, stk.1, um persónstøl verða viðgjørd.
Víðarigeving
Skúlin á Fløtum gevur í útgangsstøðinum ikki persónupplýsingar viðari, sum skúlin hevur savnað í sambandi við ítøkiliga málsviðgerð.
Í ávísum førum er tað tó neyðugt fyri at halda skyldurnar i t.d. fyrisitingarlógini at senda persónupplýsingar til annan myndugleika ella triðjapersón. Tað eru tá bert neyðugar upplýsingar, sum vera givnar víðari.
Í høvðsheitum flytir Skúlin á Fløtum ikki persónupplýsingar til útlond ella triðjalond.
Striking av persónupplýsingum
Mál hjá Skúlanum á Fløtum vera flutt til trygga varðveitslu á Tjóðskjalasavnið sambært løgtingslóg um skjalasøvn.
Tá ið upplýsingarnar eru goymdar á Tjóðskjalasavninum ella vraðkaðar, hevur skúlin ikki longur atgongd til upplýsingarnar.
Tó er ásett i lógarverkinum, at ávisir upplýsingar skulu goymast longur, eitt nú skulu prógv og skjalváttanir hjá næmingum umframt próvtøl og støðu- og ársmet 30 ár.
Rættindi hjá skrásetta
Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi rættindi eru i kap. 4 í dátuverndarlógini.
Rættindini hjá skrásetta i dátuverndarlógini eru hesi:
• Rætturin til kunning í §§ 23-25
• Rætturin til innlit i § 2 6
• Rætturin til rætting i § 27
• Rætturin til striking i § 2 8
• Rætturin til viðgerðaravmarking i § 29
• Rætturin til dátuflutning i § 31
• Rætturin til mótmæli i § 32-34
• Rætturin til ikki at vera fyri avgerðum, sum eru grundačar á automatiska viðgerð
Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.
Um tú vilt gera eitt ella fleiri av rættinum galdandi, skalt tú venda tær til Skúlin á Fløtum á saf@saf.fo ella á telefon 302345.
Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 8.00 og 15.00. Tó 8:00 til 13:00 fríggjadag.
Klaga til Dátueftirlitið
Skrásetti kann sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftiritið um viðgerð av persónupplýsingum, sum viðvíkur honum.
Metir tú, at Stovnurin ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftiritið hesum viðvikjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, sum viðvíkur tær, við at venda tær til Dátueftiritið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00.
Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00.
Samskiftisupplýsingar
Skúlin á Fløtum er dátuábyrgdari fyri viðgerð, sum fer fram á skúlanum.
Skúlin á Fløtum
Hans Andriasar gøta 10
FO-100 Tórshavn
Teldupostur: saf@saf.fo
Telefon: + 298 302345
Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 8.00 og 15.00. Tó 8:00 til 13:00 fríggjadag.
Dátuverndarfólk
Katrin Jacobsen er dátuverndarfólk á fyri allar føroyaskar fólkaskúlar, herundir Skúlan á Fløtum.
Um tú hevur spurningar um viðgerð av persónupplýsingum hjá Skúlanum á Fløtum, kanst tú venda tær til Katrina á teldupostadressu katrinj@bumr.fo. Heitið á teldupostinum skal vera "Att.dátuverndarfólk".
Tú kanst eisini senda eitt vanligt bræv til:
Barna - og Útbúgvingarmálaráðið,
att. Dátuverndarfólk,
J.H.Schrøtersgøta 7 ,
Postrúm 3279,
FO-110 Tórshavn.