Trivnaðarætlan fyri Skúlan á Fløtum

Endamál:

At skapa eina mentan, har øll í skúlanum kenna seg væl, eru trygg og trívast.
At ágangur og happing verða fyribyrgd og steðgað.

Ábyrgd og leiklutir:

Leiðslan: Hevur endaligu ábyrgdina av trivnaðararbeiðinum og tryggjar, at karmarnir viðvíkjandi ábyrgd og uppgávum eru greiðir. Leiðslan skal endurskoða trivnaðararbeiðið á hvørjum ári.

Flokslærarin: Hevur ábyrgdina av trivnaðararbeiðinum í sínum flokki og skal samskifta og samstarva við allar viðkomandi partar. Flokslærarin skal hava floksfundir og næmingasamrøður.

Øll starvsfólk: Skulu taka virknan lut í trivnaðararbeiðinum í flokkunum og í skúlanum sum heild. Skulu síggja og viðra hvønn annan og foreldur sum samstarvsfelagar um trivnaðin. 

Foreldur: Skulu vera virkin í trivnaðararbeiðinum í flokkinum og stuðla barninum í arbeiðinum.

Næmingar: Skulu vísa virðing, møta væl og vera væl fyrireikaðir.

AKT-lærarin er ein virkin partur innan trivnaðarøkið í skúlanum. AKT-lærarin virkar sum ráðgevi hjá starvsfeløgunum og leiðsluni, eisini hjá heimunum, um tørvur er á tí. AKT-lærarin luttekur eisini í trivnaðarátøkum fyri einstakar næmingar, bólkar og flokkar.

SSP-lærarin er ein virkin partur í trivnaðararbeiðinum á skúlanum. M.a. hevur SSP-lærarin ábyrgdina av spæliliðnum á skúlanum, ráðgevur starvsfeløgum og luttekur á felags foreldrafundum.

Eisini heilsurøktarfrøðingurin er ein virkin partur í trivnaðararbeiðinum á skúlanum. M.a. hevur hon einstaklinga- og bólkasamrøður, ráðgevur starvsfólkum skúlans og luttekur á felags foreldrafundum.

Umvegis Førleikastovuna kann skúlin eisini samstarva við sálarfrøðingin og námsfrøðiliga ráðgevan hjá Sernámi í trivnaðararbeiðinum.

Tiltøk:

  • Flokalærarin skipar floksfundir eftir tørvi
  • AKT kann saman við flokslærarin skipa fyri floksfundum, um tørvur er á tí
  • Til tiltøk, so sum føðingardagar og hugnaløtur bjóða vit øllum. Antin øllum árganginum, øllum flokkinum ella øllum gentunum í flokkinum ella øllum dreingjunum í flokkinum. 
  • Flokslærarin og/ella heilsufrøðingurin kunnu skipa næmingasamrøður
  • Flokslærarin saman við sínum toymi ella saman við leiðsluni skipa foreldrafundir
  • Toymið ella foreldraráðið kunnu skipa hugnakvøldí flokkinum ella í árganginum
  • 6.fl framførir leik á jólum
  • Næmingar í mið- og hádeild arbeiða við First Lego League
  • Grunddeildin nýtir Betri vinir sum grundarlag undir trivnaðararbeiði.
  • 6.fl fer á flot við Westward Ho
  • Sangløtur eru javnan í grund- og miðdeild. Harafturar er felags sangløta fyri allan skúlan seinasta skúladag.
  • Flokkar kunnu serskilt skipa ymsar framførslur í samband við átøk ella serligar undirvísingargongdir
  • Foreldraráðið kann skipa jólahugna í flokkinum við familju
  • Flokslærarin skipar fyri jólapynting og pákapuynting í flokkinum
  • AKT skipar fyri spæliliðið
  • SSP skipar fryi UNG og Lívið
  • SSP skipar fryi tryggari á netinum
  • SSP og AKT skipa fleiri onnur tiltøk
  • Flokkar í miðdeild hava vinarflokkar í grunddeild
  • Ítróttranevndin skipar fyri rennidegi
  • Toymini í forskúlanum og 1.fl skipa fryi 100-daga-veitslu.
  • Deidlarleiaðrar skipa fryi føstulávintshaldi saman við flokslærarunum og toymunum.
  • Seinasta vikan fyri jólaferiuna og summarferiuna og fyrsta vikan eftir summarferiuna er skipa sum toymisdagar.
  • 2.,4.,6. og 9.fl fara á setursskúla.
  • Floksmyndir verða tiknar í 1., 3., 5., 7. og 9.fl.
  • Deidlartoymið ella ágangastoymini skipa fyri evnisvikum.
  • Allur skúlin fer saman niðan á Vesturvarða á árliga matpakkaútferð eftir skúláársbyrjan. 9.fl fylgist við forskúlanum vinarflokkar í grund og miðdeild fylgjast.
  • Allur skúlin fer vártúr niðan í Havnardal ein heilan skúladag har vit hugna okkum í ánni og viðarlundini. Vinarflokkar fylgjast. 8.fl flygist við forskúlanum.
  • Toymi um flokkin skrivar næmingametingarskjøl saman við deildarleiðaranum 3 ferð árliga. 

Happing:

Happing verður ikki góðtikin. Verður happing staðfest, skulu stig beinanvegin takast til at steðga hesum. Flokslærarin hevur ábyrgd av at taka stig til arbeiðið væl stuðlaður av deildarleiðaranum og toyminum um flokkin, men øll starvsfólk skulu vera partar av arbeiðinum.

Heim og skúli:

Samstarvið millum heim og skúla skal vera gott. Samskitið milum heilm og skúla má byggja á álit og samstarv. Starvsfólk skúlan kunna foreldur javnan um støðuna í flokkinum og trivnaði hjá barninum. Flokslærarin dagførir vikuætlanina saman við touminum. Foreldur skulu fylgja við í og stuðla barninum í arbeiðinum í skúlanum og vera virkin í trivnaðararbeiðinum í flokkinum.

Eftirmeting:

Trivnaðarætlanin verður eftirmett á hvørjum ári.

Mið og mál fyri Skúlan á Fløtum eru at síggja í øðrum leinki her til vinstru á síðuni

Arbeitt verður fyri góðum trivnaði í skúlanum og góðum samskifti ímillum næmingar, lærarar og foreldur.
Arbeitt verður við at gera umstøðurnar í skúlanum góðar og jaligar.

Foreldrafundir eru tvær ferð árliga í grunddeild og einaferð árliga í miðdeild og hádeild. 

Flokslærar kunna javnan foeldrini um støðuna í flokkinum. Vanliga verður hetta gjørt í vikuætlanin í grunddeild og í mánaðarbrævi í mið- og hádeild. Í mánaðarbrævinum stendur stutt á lesa um mánaðin, ið fór og greitt verður frá komandi mánaðinum. 

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar