Hvat er lesing?
Lesing er bæði tað at kunna avkoda ( lesa) ein tekst og at fata tað, ið lisið verður. Báðir hesir partar mugu vera í lagi, fyri at vit kunnu tosa um lesing.
Avkoding
Tá tú lesur ein tekst, mást tú duga at týða tey tekn, sum teksturin er settur saman av. Dugir tú ikki at týða hesi tekn, sum eru bókstavirnir, og fáa eina meining burturúr teimum, so er bert krutl uttan meining og innihald.
Tað hevur týdning, hvussu rætt og skjótt vit lesa. Gongur striltið at avkoda, og lesingin er ósamanhangandi við nógvum villum, ávirkar hetta fatanina.
Lesifatan
Lesifatan byggir á ymsar førleikar, m.a. hvussu nógv orð vit kenna (orðafeingi), vitan um ymisk viðurskifti og málsligan kunnleika. Tað hevur eisini stóran týdning, hvussu væl vit kenna orðini.
Tá ið vit lesa, seta vit tað, ið vit lesa, í samband við tað, sum vit vita frammanundan. Tað er neyðugt at hava ein forkunnleika, soleiðis at vit kunnu meta um og hugleiða um tað, vit lesa. (Faldari frá Mentamálaránum, 2019: Lesing, ein góð byrjan)
Góð ráð, tá vit lesa fyri við barninum
Áðrenn vit lesa:
- Tosa um bókina, áðrenn tit byrja at lesa. Tosa um permuna, heitið á bókini og um myndina, um har er ein mynd.
- Fá barnið at gita, hvat bókin man vera um. Les tekstin á baksíðuni, les yvirskriftir o.s.fr.
- Um bókin er um eitt evni, sum barnið veit eitt sindur um, tosa so um tað, ið barnið veit frammanundan. Lat barnið fortelja.
Meðan vit lesa:
- Endurtak nýggj orð fleiri ferðir, so barnið lærir tey. Knýt samband millum tekstin í bókini og upplivingar hjá barninum.
- Set opnar spurningar til tekstin, ikki ja/nei spurningar. Spyr: Hví heldur tú, at Óli er keddur? heldur enn: Er Óli keddur?
- Lat barnið gita, hvat fer at henda.
- Vís barninum, at vit kunnu lesa tekstin umaftur, um vit ikki skilja hann fyrstu ferð. Hugsa hart og sig: Eg eri ikki vís í, hvat stóð har. Eg má lesa tað eina ferð avtrat.
- Lat barnið fortelja og endurgeva tekstin, meðan tit lesa.
Tá vit eru liðug at lesa:
- Tosa um bókina, tak samanum.
-Dugir tú at fortelja mær, hvat bókin var um?
-Var hon góð?
-Hvat dámdi tær best?
-Hvat var stuttligt/spennandi/undranarsamt?
-Var tað nakað, sum tú ivaðist í?
(Faldari frá Mentamálaránum, 2019: Lesing, ein góð byrjan)

Føroyar lesa
Hugskotið til átakið Føroyar lesa stavar frá einum uppriti við 12 tilmælum, ið tær, ið stóðu fyri stóru lesivanakanningini í 2017/2018, gjørdu. Lesivanakanningin var gjørd í trimum árgangum í fólkaskúlanum, og hon staðfesti, at næmingar í øllum árgangum lesa lítið, serliga teir elstu, og at teir lesa nógv minni enn norðurlendsku javnaldrarnir. Út frá hesi kanningini vóru 12 tilmæli gjørd, og eitt teirra var at gera 2020 til serligt lesiár. Endamálið við átakinum er at fremja góðan hugburð til lesing og eina góða lesimentan. Heimasíðan er at finna her: