Hví leggja vit dent á uppmøting

Góð uppmøting er ein góður vani, ið er grundleggjandi eyðkenni fyri tann góða næmingin ella tað góða starvsfólkið. Tí leggja vit dent á góða uppmøting. Tað gera vit við at leggja dent á 5 øki.

  • Ábyrgd og álit
  • lærumøguleikar
  • felagsskapur og samstarv
  • vanar og afturboðan

Ábyrgd og álit:

Við at fylgja við uppmøtingini, kunnu næmingar læra týdningin av at vera ábyrgdarfullir og álítandi. Tað vísir, at teir taka sína útbúgving í álvara.

Lærumøguleikar:

Næmingar, sum møta regluliga, hava betri møguleikar fyri at fylgja við í undirvísingini og læra tað, sum verður gjøgnumgingið. Hetta kann hava stóran týdning fyri teirra fakligu menning.

Felagsskapur og samstarv:

Við at møta regluliga, hava næmingar betri møguleikar fyri at vera ein náttúrligur partur av felagsskapinum við lærarar og floksfelagar, og soleiðis menna sínar sosialu førleikar og samstarvsevnir.

Vanar:

Vani býtur best sigur orðatakið. Góðir uppmøtingarvanar kunnu hjálpa næmingum at menna góðar arbeiðsvanar, sum kunnu vera gagnligir bæði í skúlanum og í arbeiðslívinum.

Afturboðan:

Við at hava uppmøtingarprosent við í afturboðanini, kunnu lærarar geva eina meira fullfíggjaða mynd av arbeiðslagnum hjá næmingunum. Tað kann eisini hjálpa næmingum at síggja, hvussu teirra uppmøting ávirkar teirra fakliga úrslit.

Hvussu skipa vit okkara uppmøting og afturboðan um hana

Øll okkara starvsfólk føra uppmøting hvønn tíma. Eisini fyri tiltøk í skúlatíð uttanfyri skúlan, so sum ferðir, vitjanir og útferðir.

Vit skráseta næmingin sum møttan, ov seinan ella ikki møttan. Í løtuni verður hetta gjørt í skipanini kervi.fo, ið Undirvísingarstýrið eigur og Nám rekur.

Vit meta um uppmøtingina við trimum markvirðum.

Góð uppmøting

  • Uppmøting á meira enn 95% verður mett sum góð uppmøting.  Tað merkir í miðal færri enn 10 fráverdagar um árið.

Ivasom uppmøting

  • Uppmøting á millum 90 og 95% verður mett sum ivasom. Tað merkir í miðal millum 10 og 19 fráverudagar um árið.

Ikki nøktandi uppmøting

  • Uppmøting niðanfyri 90% verður mett sum ikki nøktandi. Tað merkir í miðal 20 ella fleiri fráverudagar um árið.

Tá fráveran er ov høg

Flokslærarin fylgir saman við toyminum við næmingum við ivasamari uppmøting. Hetta fyri at finna orsøkir til høgu fráveruna. Tá kann flokslærarin velja at samskifta við næming, heimið ella bæði fyri at finna orsøkirnar og bøta um uppmøtingina.

Deildarleiðarin og flokslærarin fylgja saman við toymium við uppmøting hjá næmingum, ið hava eina fráveru, sum ikki er nøktandi.  Foreldrini verða kunnað um uppmøtingina í skivligum samskifti. Flokslærarin ella flokslærarin saman við deildarleiðaranum samskifta við næmingin og heimið um møgiligar orsøkir til ov høgu fráveruna. Um uppmøtingin ikki batnar, tekur deildarleiðarin saman við flokslæraranum stig til fund við foreldrini og næmingin um uppmøtingina.

Er uppmøtinigin áhaldandi ikki nøktandi, verða sosialu myndugleikarnir kunnaðir um avbjóðingarnar og høgu fráveruna.

Fráveruskjøl í hádeild

Næmingar og foreldur í hádeild fáa saman við støðumetingarskjalinum eisini fráboðan um uppmøting hjá næminginum. Hetta eru:  yvirskipað frávera, frávera í fakunum, frávera býtt á dagar og fráverukalendarin.

Lærarar føra fráveruna fyri sínar lærugreinar í støðumetingarskipanina í kervi.fo.

Skrivstovan prentar fráveruskjølini fyri næmingar og letur flokslærarunum til handan saman við støðumetingarskjalinum. Hetta er undan jólafrítíðini, undan páskafrítíðini og við skúlaárslok.

Harumframt er uppmøtingin fast evni til foreldraviðtalur.

Foreldur kunnu nær sum helst í biðja um fráveruyvirlitini hjá teirra barni í verandi skúlaári við at skriva teldupost til saf@saf.fo

Fráveruskjøl í grund- og miðdeild

Flokslærarar í grund- og miðdeild kunnu eisini fáa fráverubløð til sínar næmingar frá skrivstovuni at handa foreldrunum. Hetta er undan jólafrítíðini, undan páskafrítíðini og við skúlaárslok.

Harumframt er uppmøtingin fast evni til foreldraviðtalur.

 

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar