Gisting á skúlanum

Flokkar kunnu saman við flokslæraranum skipa fyri at gist verður á skúlanum. 

Hetta kann í grunddeild vera frá kl 17:30 og í mið- og hádeild vera frá kl 15 og úteftir mánadag til hósdag. Tað er ikki møguligt á gista á skúlanum fríggjadag til sunnudag. Høli skal bíleggjast í minsta lagi eina viku frammanundan. 

Tá gist verður á skúlanum eru í minsta lagi eitt starvsfólk við flokkinum, men mælt verður til at tað er eitt starvsfólk fyri hvørjar 16 næmingar. Skúlin stuðlar ikki gisting á skúlanum økonominskt, men allir vanligir hentleikar, so sum skúlakøkur eru tøkir uttan kostnað. Høllin er tó bara tøk, um ítróttaranlegg ikki hava bókað hana til fastar venjingar.

Setursskúlar

Í skúlanum á Fløtum fara vit á setursskúla í 2.fl, 4.fl og 6.fl.

Hesir setursskúla liggja antin í august/september  ella í mai/juni.

2.fl gistur eina nátt. 4.fl gistur eina ella tvær nætur. 6.fl gistur tvær nætur

Tað fara tvey starvsfólk við hvørjum flokki. Ferðast fleiri flokkar saman, verður roknað við einum starvsfólk fyri hvørjar 16 næmingar.

Skúlin stuðlar setursskúlum við 150,- pr næming pr nátt. Næmingar rinda rest.

Samansjóðingartúrar

Í Skúlanum á Fløtum fara vit samansjóðingartúr, tá árgangir verða blandaðir, t.d. tá flokkar verða sundurbýttir ella samanlagdir til ársbyrjan ella tá rásaskipanin tekur við. Hesar ferðir liggja í august.

Tað fara tvey starvsfólk við hvørjum flokki. Ferðast fleiri flokkar saman verður roknað við einum starvsfólk fyri hvørjar 16 næmingar.

Næmingagjaldið er 200,- í grund og miðdeild og 300kr í hádeild. Skúlin ber restkostnaðin.

Námsferðir uttanlands

Í Skúlanum á Fløtum kunnu flokkar ferðast uttanlands í heysthálvuni í 9.fl.

Hesar ferðir kunnu skipast til ferðamál á rutunetinum hjá Altantic Airways og Smyrilline. Ferðir kunnu eisini skipast til onnur ferðamál, treytað av at kostnaðurin ikki er hægri enn beinleiðis ferðir.

Ferðir skulu gerast so bíliga sum gjørligt og eiga at verða lýstar í góðari tíð. Helst longu í 7.flokki, so foreldraumboðini hava góða tíð at samskipa innsavningar.

Tað fara tvey starvsfólk við hvørjum flokki. Ferðast fleiri flokkar saman verður roknað við einum starvsfólk fyri hvørjar 16 næmingar.

Skúlin stuðlar ikki námsferðum uttanlands, men foreldraumboðini kunnu saman við flokkunum nýta skúlan til peningainnsavnandi tiltøk uttan leigukostnað. So sum bilvask, tombola, loppumarknað, innandurðakappingar o.l.  

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar