
Tíðindi

1. skúladagur skúlaárið 2023/24
Góðu næmingar og foreldur
Mikudagin 16/08-23 byrjar skúlin aftur.
Næmingarnir møta kl. 9.00 og endar dagurin kl. 12.00.
Tað er ikki útiskúli hendan dagin, men eru næmingarnir í flokkunum.
Vit gleða okkum at síggja tykkum.


Starvslýsing til Lopfjølina
1 lærari í tíðaravmarka starv, sí leinkju.

Gleðiligar páskir
Guliskúli vil ynskja øllum einar gleðiligar páskir.
Skúlin byrjar aftur 12/04-23 kl. 8.00.

Nýggjar enskar bøkur
Nýggj framsýning er sett fram í bókasavninum við nýggjum enskum bókum.
Hetta eru sera spennandi bøkur, sigur bókavørðurin.
Børn og ung dáma sera væl at lesa enskt tilfar, og tí hevur bókavørðurin bílagt nýggjar enskar bøkur til skúlabókasavnið.
Næmingar og foreldur eru vælkomin at hyggja nærri eftir bókum á bókasavninum.

Nýtt næmingaráð
Í síðstu viku valdu skúlastovurnar í Gulaskúla umboð til næmingaráðið.
Í dag var so fyrsti fundur, har skúlaleiðarin greiddi frá, hvat næmingaráðið skal arbeiða við.
Eisini fingu tey at hoyra um ætlanir, ið eru í gongd á skúlanum.
Síðani skuldi næmingaráðið skipa seg, og úrslitið var hetta:
Formaður Jákup á Argjaboða
Næstformaður: Viljam Guttesen Johannesen
Skrivari: Rasmus
Nevndarlimir:
Eva H. Dalsgarð
Andreas Drangberg
Regin oman Tún
Dávid Petersen
Teitur Dam Jacobsen (Vantar á myndini)
Lukas Egholm Niclasen (Vantar á myndini)
Endamál:
Næmingaráðið hevur til endamáls at fremja felags áhugamál millum næmingarnar í Gulaskúla.
Tað er at síggja nýggjar møguleikar fyri skúlan, betra um trivnaðin millum næmingar, skipa fyri felags løtum, og geva starvsfólkum og leiðslu góð ráð um ymiskt, ið viðkemur næmingunum.
Vit eru sera spent uppá at byrja hetta arbeiðið, og gleða okkum til næsta fund.
Næsti fundur verður hósdagin 02/03 kl. 10.

Føstulávint
Í Gulaskúla eru vit við at gera klárt til Føstulávint.
Tunnan er keypt, og næmingar eru í fer við at mála tunnuna.
Mánadagin 20/02-23 møta næmingarnir sum vant kl. 8.00 grýluklæddir.
Vit fara øll at sláa tunnu og so verður okkurt lekkurt at fáa aftaná.
Í samband við føstulávint bjóðar Krea øllum næmingum á gátt at gera sína egnu føstulávintsmasku. Hetta verður hósdagin 16. og fríggjadagin 17. februar millum kl. 11 og 13.
Í Krea fáa næmingarnir eina masku, sum teir kunnu mála, líma og tekna mynstur og annað á.
Stutt um føstulávint
Føstulávint er upprunaliga eitt hátíðarhald fyri várinum.
Orðið Føstulávint er úr týskum og merkir føstuaftan, kvøldið fyri føstuna.
Øskudagur er mikudagur eftir føstuinngang.
Hildið verður, at siðurin við at baka føstulávintsbollar er úr týsklandi, frá uml. 1600. Bollarnir vóru tá hveitibollar uttan fyllu og teir vóru nevndi heisswecken.
Grýla er gamalt norrønt orð, sum sipar til eitt skrímsl. Í dag ganga børn grýlu frá hurð til hurð. Tá tey hava sagt, hvat tey eita, fáa tey bomm ella eitt oyra.
Tunnusláttur fer fram á føstulávint. Í felag sláa vit eina trætunnu við einum gassa, til hon smildrast og dettur niður. Tá er kattakongurin ella drotningin funnin

Fríggjadagshugni
Hvønn fríggjadag seinnapart hugna vit um næmingarnar og starvsfólkini í felagsrúminum.
Í Gulaskúla hava vit næmingar, ið eru komnir úr nógvum ymiskum skúlum, tí verður eitt miðvíst arbeiði gjørt, fyri at vit øll trívast og føla okkum sum part av einum góðum felagsskapi.
Tí hevur skúlin sett hugna á skemaðið fríggjadag seinnapart. Her eru næmingarnir við til at gera deiggj og baka vaflur til hvønn annan. Ímeðan summi baka, spæla onnur spøl og hanga út í felagsrúminum. Sjálvandi eru tey vaksnu við eisini.
Manga takk :)

Gleðilig jól
Guliskúli ynskir øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár.
Skúlin byrjar aftur týsdagin 03/01*2023 kl. 8.00.

Jólavikan í Gulaskúla 2022
Mánadagin 19/12-22
Næmingarnir eru í skúla frá kl. 8.00 til 12.30.
- Møta í skúlanum kl. 8.00
- Við bussi í Steinatún.
- Havnar Bio til Avatar
- Øll liðug kl. 12.30.
Týsdagur 20/12-22
Næmingarnir eru í skúla frá kl. 8.00 - 13.00
- Jólahald í Gulaskúla
- Dansa um træið
- Jólapakkar
Mikudagur 21/12-22
Næmingarnir eru í skúla frá kl. 9.00 til 12.00
- Møta í flokkinum
- Fara í kirkju í Vesturkirkjuni
- Jólafrí eftir Guðstænastuna
- Næmingarnir skulu heintast við Vesturkirkjuna.

Jólalist
Hesa seinastu vikuna hava vit málað eitt jólatræ á eina stóra træplátu, sum stendur úti í felagsrúminum í Gulaskúla.
Hugskotið at mála eitt jólatræ fingu vit frá Hanusi skúlavørðinum, sum setti eina stóra træplátu klára til okkum uppi í smíðstovuni.
Fyrst gjørdu vit eina skitsu, sum eisini sæst á myndunum. Skitsan gjørdi, at tað var lættari hjá okkum at fara undir at mála stóru plátuna, sum er 2,4 m høg og 1,3 m breið.
Tá ið skitsan var liðug avgjørdu vit, hvørjar litir vit vildu brúka. Vit samdust um, at litirnir skuldu vera hvítt, grønt og svart. Fyri at fáa ymiskar nuansur av litunum blandaðu vit litirnar saman fyri at finna akkurát tann litin, ið vit ynsktu okkum.
Áðrenn vit byrjaðu at mála, teknaðu vit skitsuna á bakgrundina á træplátuna við blýanti.
Tá ið vit vóru lidnar at mála jólatræið, hildu vit, at myndin manglaði eitt sindur av spæli, og tí avgjørdu vit at stroya dropar á myndina við fingrunum, sum tit síggja.
Vit pyntaðu jólatræið við myndum frá útiskúlanum.
Samanumtikið hildu vit, at tað var stuttligt at mála á so stóra flatu og vilja fegnar royna hetta aftur,men tá skal motivið vera øðrvísi.
Heilsan
Anna og Janet :)

Navnabroyting
4 - 10 tilboðið er nú Guliskúli
Í september mánaði í ár sendi leiðslan umsókn til kommununa um navnabroyting.
Grundgevingarnar vóru, at skúlatilboðið á mannamunni verður kallað Guliskúli.
Harafturat er skúlatilboðið Guliskúli eitt konsept, ið er flutt inn í gamla Argja Skúla.
18. november samtykti Trivnaðarnevndin hjá Tórshavnar Kommunu at ganga umsóknini á møti.
Vit í skúlanum takka trivnaðarnevndini fyri at hava játtað okkum hetta.

Bókadagar 16. - 20. november
Aftur í ár verður skipað fyri bókadøgum í Norðurlandahúsinum.
Tey skriva soleiðis um tiltakið:
"Bókadagar eru eitt afturvendandi tiltak, sum verður fyriskipað í samstarvi við m.a. føroyskar rithøvundar, forløg og felagsskapir. Her koma vit heilt tætt at tí góðu søguni, fáa nýggja vitan úr bókmentaheiminum og kenna nærleikan, sum fæst við at lesa eina góða bók."
Hetta er heilt vist vert at vitja.
Skráin kann lesast á hesari leinkjuni https://www.nlh.fo/fo/tiltoek/bokadagar-2022

Mín jólabók 2022
Nú ber til at bíleggja Mín jólabók 2022.
Í bókini eru nógvar søgur, stuttligar yrkingar, flottar tekningar og øðrvísi ítriv at hugna sær við.
Bókin er býtt upp í 24 partar, so okkurt er at gera hvønn dag fram til jólaaftan.
Bókin kostar 220 kr. og kann bíleggjast á jolabokin.fo
Skalt tú vissa tær bókina áðrenn 1. desember, so er síðsta freist at bíleggja 15. november.

Útiskúli
Mikudagur er útiskúladagur í Gulaskúla.
Mikudagar møta børnini sum vanligt í skúlanum. Aftaná fyrsta tíma, verður farið út at vitja støð, ganga túrar og gera alt møguligt uttandura.
Mikudagin 02/11-22 var útiskúlin uppi í Hoyvíkini. Gingið var fram við Boðanesi, har onkur royndi seg við tráðuni, og onnur klatraðu í grótbrotinum.
Síðani var gingið oman í Hoyvíkina, har tey flestu fingu okkurt slag av karmi, onkur við at dippa og onkur rann undan alduni. Gott og mennandi fyri sansirnar.
Aftaná hitaði Birgir kakao, so øll kundu fáa hita í kroppin aftur.
Síðani var gingið fram við Kúrbergi niðan í rundkoyringina við Hvítanes, haðani vit tóku bussin heim í skúlan aftur.

Ársins ADHDviðurkenning
Súni Jacobsen hevur í dag fingið handað ársins ADHDviðurkenning.
Tað var ein samd nevnd, ið avgjørdi, at Súni Jacobsen skuldi hava ADHDviðurkenningina í 2022.
Súni var við at seta Gulaskúla á stovn og hevur starvast her, síðani tilboðið byrjaði sum ein royndarverkætlan í 2009. Hann hevur hjálpt nógvum børnum og ungum við ADHD og foreldrum teirra í skúlaskipanini.
Súni hevur saman við øðrum bygt Gulaskúla av góðvilja og einum vilja at røkka tí einstaka barninum, har tað er, og sum tað er. Tað menniskjansliga er útgangsstøðið hjá Súna.
Hjartaliga til lukku, Súni.
Øll greinin kann lesast her https://adhd.fo/greinar/2022/adhdvidurkenningin-2022/