Leiðreglur fyri Lopfjølina

Lopfjølin er eitt sosialpedagogiskt skúlatilboð, sum heldur til í Margarinfabrikkini í Havn. Tilboðið er úrslit av einum tvørfakligum samstarvi millum sosialu myndugleikarnar og skúlamyndugleikarnar. Samskiparin av tilboðnum er leiðarin av ungdómshúsinum Margarinfabrikkini. Skúlin á Fløtum hevur leiðsluna av skúlatilboðnum.

Skúlatilboðið skal uppfylla tær somu ásetingar, sum eru fyri fólkaskúlarnar fakliga og sosialt og herundir eisini fráfaringarroynd á 9. floks stigi. Hetta kann verða gjørt í eitt longri tíðarskeið enn vanligt. Upptøka til Lopfjølina fylgir ásetingunum í kunngerð nr. 24 frá 19. mars í 2019 – Kunngerð um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð. Ávísing til Lopfjølina er treytað av, at mett verður, at tað er gagnligt fyri næmingin at fáa undirvísing í Lopfjølini í styttri ella longri tíðarskeið.

Sernám og viðkomandi skúli skulu gera meting og tilráðing til, at næmingur fer í serflokk. Henda tilráðing verður gjørd í samráð við foreldur og næming í tí vavi, tað er hóskandi.

Næmingur kann bert vera fluttur í Lopfjølina í samráð við og eftir tilmæli frá Sernámi og foreldrum ella avvarðandi.

Í upptøkunevndini eru leiðsluumboðið fyri Skúlan á Fløtum, sum er formaður, samskiparin fyri Margarinfabrikkina, eitt umboð fyri Barnaverndartænastuna og eitt umboð fyri Sernám.

  • Næmingur í Lopfjølini er skrásettur hjá Sernámi og Barnaverndartænastuni.
  •    Skal næmingur í Lopfjølina, skal førleikastovan í heimaskúlanum eftir tilmæli frá Sernámi senda frágreiðing til leiðsluumboðið í Skúlanum á Fløtum, ið hevur Lopfjølina sum sítt arbeiðsøki. Oyðublað til endamálið er at finna á heimasíðuni hjá Skúlanum á Fløtum – saf.fo.
  • Leiðsluumboðið í Skúlanum á Fløtum, ið hevur Lopfjølina sum sítt arbeiðsøki, kallar upptøkunevndina inn at viðgera tilmæli/umsókn um upptøku.
  • Upptøka fer fram samstundis sum upptøkan í skúlan annars og skal verða avgreidd í seinasta lagi í mai mánaði til komandi skúlaárið.
  • Í serligum førum kann víkjast frá tíðarfreistunum, soleiðis at upptøka fer fram í úrtíð, tó eftir sama leisti sum árliga upptøkan.
  • Í førum, har næmingurin ikki verður upptikin í Lopfjølina, má heimaskúlin søkja Undirvísingarstýrið um tímar til heima- og sjúkraundirvísing.

At tryggja, at ongin næmingur dettur niður ímillum, og at heimaskúlin kann fylgja við, hvussu gongur hjá næminginum, er neyðugt at innsavna upplýsingar.

  • Uppmøting verður førd dagliga í Kervi.
  • Næmingaætlanir við stutttíðar- og langtíðarmálum, sum snúgva seg um faklig, sosial og persónlig mál, verða gjørdar.
  • Eftirmett verður regluliga.

Næmingaætlanir og eftirmetingar verða sendar førleikastovuni í heimaskúlanum seinast í november, februar og mai.

Um næmingur ikki megnar at ganga í Lopfjølini, og starvsfólkini í Lopfjølini meta, at tilboðið ikki er nøktandi fyri næminging, kallar leiðsluumboðið fyri Skúlan á Fløtum inn til fund, har tosað verður um aðrar møguleikar.

Við á fundinum eru leiðsluumboðið fyri Skúlan á Fløtum, sum leiðir fundin, samskiparin á Lopfjølini og umboð fyri Sernám, Barnaverndartænastuna og førleikastovuna í heimaskúlanum.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar