Inklusjónsgrundarlag fyri Skúlan á Fløtum
Felagsskapur sum grundvirði í Skúlanum á Fløtum snýr seg um at skapa eitt læringsumhvørvi, har allir næmingar kenna seg vælkomnir og góðtiknir, uttan mun til teirra bakgrund, førleikar ella avbjóðingar. Hetta prinsippið byggir á hugskotið um, at fjølbroytni ríkar læruupplivingina hjá øllum og fremur fatan, virðing og samstarv millum næmingarnar.
Tí raðfesta vit inklusión í okkara skúla við at raðfesta felagsskapin- Vit arbeiða virkið við at laga undirvísingina til felagsskapin í síni heild, so hon møtir ymiskum læringarháttum og tørvum. Tá vit tosa um fjølbroytta undirvísing, meina vit við at okkara lærarar og námsfrøåingar nýta ymiskar hættir og ymiskt tilfar fyri at røkka øllum næmingum. Tað merkir eisini at vit, hava stuðlandi mannagongdir og kunnu í styttri tíðarskeið eisini nýta stuðulsfólk, sum serlærarar og námsfrøðiligir hjálparar, ið kunnu hjálpa næmingum við serligum tørvi, so hesi gerast sjálvbjargin í felagsskapinum.
Vit halda at inklusión stuðlar sosialari integratión tá vit royna at tryggja, at næmingar við ymiskum bakgrundum og førleikum luttaka í felags virksemi og verkætlanum. Hetta skapar eitt felagsskap, har næmingarnir læra at virðismeta og virða hvør annan. Á henda hátt fyrireikar skúlin næmingarnar til at gerast ábyrgdarfullir og empatiskir borgarar í einum fjølbroyttum samfelag.
Vit halda stutt sagt, tá ein fólkaskúli hevur felagsskapin sum grundvirði, arbeiðir hann fyri at tryggja, at allir næmingar hava somu møguleikar fyri at læra og trívast, sum skapar eitt meira rættvíst og samanhangandi samfelag.
Ein góður skúli er ein inkluderandi skúli - og ein inkluderandi skúli er ein góður skúli.
Rasmus Alenkær
Skúlin á Fløtum leggur dent á dygd í felagsskapinum. Dygd merkir, at tað skal vera gagnligt hjá tí einstaka og felagsskapinum. Við hesum hugsunarhátti er neyðugt at taka støðu til, hvar markið gongur millum dygd og ikki. Somuleiðis, hvat er gagnligt og ikki. Gagnligt er eisini heitið, sum verður brúkt í §14 í kunngerðini um førleikastovur.
Lars Qvortrup tosar um trý sløg av inklusjón í felagsskapin, og hvørjar treytir mugu vera uppfyltar, fyri at talan skal vera um inklusjón og ikki eksklusjón:
- Fysiska inklusjón – er næmingurin í flokkinum ella í øðrum tilboði?
- Sosiala inklusjón – tekur næmingurin virknan lut í felagsskapinum ella ikki?
- Sálarlig inklusjón – kennir næmingurin seg viðurkendan av felagsskapinum, ella er næmingurin bara toldur millum floksfelagarnar? (Qvortrup & Qvortrup, 2015, s. 87)
Á Skúlanum á Fløtum verður arbeitt við ymiskum inklusjónshættum, sum tilsamans kunnu brúkast til at gera eina meting av, um eitt barn er innkluderað í felagsskapin.
Mið og mál skúlans byggir á grundtættirnar trivnað, treysti og áræði, og aðalmálið hjá skúlanum er lærdómur. Trivnaður, samstarv og felagsskapur eru megintættir í allari læru, og tí eru hesi flættað í okkara mentan.
Í Skúlanum á Fløtum vilja vit hava eina mentan og hugburð, sum byggir á viðurkennandi, gott og førleikaskapandi barna- og menniskjasýni. Vit vilja rúma øllum næmingum í skúlanum á bestan hátt, málið er eisini at tryggja, at næmingarnir við serligum avbjóðingum fáa eitt viðkomandi og skikkað undirvísingartilboð innanfyri teir karmar vit megna og kunnu bjoða. Tá ið vit møta næmingum, sum bera seg óhóskandi at, er hetta ofta tí tey verða møtt av krøvum, tey ikki hava førleikar at megna. Her má toymið um barnið í tann mun tað legur seg gera, tillaga undirvísingina, væntanir og krøvini, ið verða sett næminginum. Hetta má vera gjørt so, at tað er gagnligt fyri einstaklingin og fyri felagsskapin.
Førleikastovan tekur sær yvirskipað av teimum næmingunum, ið hava tørv á hjálp, bæði fakligari og trivnaðarligari.
Førleikastovan kann saman við serlærarunum seta tiltøk á skrá, sum skulu virka fyri, stuðla undir og menna eitt næmingalagað og innkludernadi skúlaumhvørvi, har allir næmingar fáa møguleika at mennast og læra og fáa høvi at vera virknir í felagsskapinum.
Í Skúlanum á Fløtum leggja vit stóran dent á gott samstarv millum skúla og heim. Vit leggja dent á, at tað hevur stóran týdning at møta til tiltøk, ið skúlin ella flokstoymi skipa fyri.
Í miðum og málum skúlans er endamálið í samstarvi við heimið at skipa eitt fjølbroytt og samanhangandi skúla- og frítíðarskúlatilboð frá forskúla til loknan fólkaskúla á føroyskum grundvølli.
Vit arbeiða málrættað við at skapa góðar relatiónir millum børnini, soleiðis at øll kenna seg sum part av felagsskapinum.