Um tú ynskir, at títt barna skal ganga í skúla í Skúlanum á Fløtum má næmingurnin fyrst innskrivast.

Næmingar, ið flyta til Tórshavnar kommunu skulu innskrivast umvegis heimasíðuna hjá kommununi ella umvegis Vangan og talgilda samleikan. Næmingar, ið flyta millum skúlar í Tórshavnar kommunu skulu innskrivast í móttøkuskúlanum við at kontakta skrivstovuna ella skúlastjóran.

Innskrivingin er treytað av:

  1. at næmingurin lýkur treytirnar hjá kommununi fyri innskriving í skúlar í Tórshavanar kommunu, og
  2. pláss í er árganginum, ið næmingurin verður innskrivaður í.

 

Leiðslan letur pláss í flokkum eftir hesum treytum og í hesi røð:

  1. Kynsjavnvág í flokkunum,
  2. floksstødd,
  3. serlig atlit útgreinað av Sernámi ella tilsvarandi stovni,
  4. ynskjum hjá næmingi og foreldrum 

Flokslærarin í valda flokkinum fær síðan kunning um nýggja næmingin og kontaktar foreldrini og bjóðar teimum á fund.

Foreldrini verða boðin til ein fund áðrenn næmingurin byrjar í skúlaum. Á hesum fundinum verða tey kunnað um, hvør er í toyminum um flokkin, hvørji foreldraumboðini eru, um tímatalvu og onnur praktisk viðurskifti so sum mjólkaskipan, heimasíðu, flokssíðu, telefon- og kt-politikk og mentanina í flokkinum og skúlanum annars.

Tað er flokslærarin, ið kallar inn til og stendur fyri fundinum saman við lærara úr toyminum og deildarleiðaranum, um ymiskt talar fyri at hann skal við.

Flokslærari kunnar eftir fundin toymið, flokkin og onnur í deildini um nýggja næmingin.

Flokslærarin setir tveir akkersnæmingar til nýggja næmingin, ið hava sum uppgávu, at taka væl ímóti nýggja næminginum og at hjálpa og stuðla honum í skiftistíðarskeiðnum fyrstu 6-8 vikurnar.

Flokslærarin ger pláss klárt í stovuni, velur næminginum eitt skáp í flokkinum, knaka og hillapláss í gongini og syrgir -saman við KT-toyminum- fyri, at útgerð og innritingarskipanir eru klárar, áðrenn næmingurin byrjar.

Tá øll hesi viðurskifti eru komin upp á pláss, er klárt hjá næminginum at byrja. 

Vanliga er hetta 5-10 dagar eftir innskrivingardato. 

Tooymið um flokkin ger okkurt serligt burturúr móttøkuni í flokkinum fyrsta skúladagin hjá nýggja næminginum. 

Foreldrini kunnu -um tey ynskja tað-, biðja um eina uppfylgjandi samrøðu við flokslæraran og annan lærara í toyminum 2-3 mánaðir eftir skúlaskiftið.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar