Námsferðir

Eins og flest allir fólkaskúlar í Føroyum so skipa vit eisini fyri námsferðum í Gulaskúla.

Okkara skipan er góðkend av skúlastýrinum í mars 2023. 

Her er ein lýsing av, hvussu vit skipa okkum framyvir.

 

Útiskúli

Hvønn mikudag hevur Guliskúli útiskúla.

Her ferðast vit mest í Suðurstreymoy, so vit koma at kenna nærumhvørvið væl.

Eisini gera vit longri túrar útum høvuðsstaðin s.s. til Klaksvíkar, út í Hest, Tjørnuvík og aðrar bygdir og oyggjar.

Her fara allir næmingar við.

 

Uttanlandaferð

Uttanlandsferðir verða einans skipaðar við teimum elstu næmingunum í skúlanum. Tó er tað so, at tú sleppur bert eina uttanlandsferð við Gulaskúla. Tað kann so verða í 9., 10. ella í fyrireikingarbreytini, at hesin túrurin verður boðin tær.

Her eru tveir møguleikar.

 

Ferð við Norrønu

Gjørdur verður ein stuttur túrur við Norrønu til Íslands, har steðgað verður umleið ein dag, áðrenn siglt verður heim aftur.

Hesin túrurin kann gerast um heystið ella um várið. 

 

 

 

Flogferð

Flogferð til Edinburgh har steðgað verður í 4 dagar, áðrenn vit flúgva heim aftur til Føroyar.

Hesin túrurin kann gerast um heystið ella um várið.

 

Tað eru starvsfólkini, ið taka avgerð um, hvør túrur riggar best til hvønn bólkin, ið ætlanin er at fara á ferð við.

Næmingarnir gjalda sjálvir fyri túrin, starvsfólkini íroknað.

Tað ber til at skipa fyri tiltøkum fyri at samla pening til eina uttanlandsferð. Starvsfólkini hjálpa til at skipa hetta.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar