Førleikastovan

Førleikastovan í Skúlanum á Fløtum byrjaði sítt virksemi, tá skúlin varð settur á stovn 1. januar 2015.

Í Førleikastovuni eru lærarar, ið taka ella hava tikið serútbúgving innan ávís øki. Hetta eru í løtuni lesivegleiðarar, orðblindalærarar og støddfrøðivegleiðarar. Heilsufrøðingarnir, SSP-lærararnir og AKT-lærararnir eru eisini knýttir at Førleikastovuni. 

Arbeiðið hjá Førleikastovuni er millum annað:

  • at ráðgeva lærarum og leiðslu, tá ið talan er um næmingar, ið hava tørv á serligari fyriskipan.
  • at vera er millumlið millum skúlan og Sernám og
  • at umboðar skúlan til fundir við foreldur og avvarðandi myndugleikar saman við flokslæraranum.
  • at standa fyri lesikanningum
  • at standa fyri orðblindakanningum
  • at standa fyri støddfrøðikanningum
  • at samskipa hálv- og heilársroyndir í støddfrøði  

Førleikastovan arbeiðir við støði í inklusjónsgrundarlagnum og mið og mál fyri Skúlan á Fløtum og virkar eftir kunngerð um førleikastovur.

Málið hjá Førleikastovuni er at rúm skal vera fyri øllum næmingunum í felagskapinum í skúlanum; málið er eisini at tryggja, at næmingar við serligum avbjóðingum fáa eitt viðkomandi og skikkað undirvísingartilboð har tey mennast sum partur av felagsskapinum.

Førleikastovan er innanhýsis vitanardepil skúlans. Samspælið millum Førleikastovuna og restina av skúlanum fevnir um ráðgeving og vitanardeiling til starvsfólkatoymini, einstaka læraran, ella námsfrøðingin ella stuðul teirra í námsfrøðiliga arbeiðinum við ymsu tørvunum hjá næmingunum.

Førleikastovan skal stuðla lærarum í at náa endamálinum í undirvísingini, bæði á normaløkinum og á serøkinum. Á normaløkinum verður hugsað um ta vanligu undirvísingina. Á serøkinum eru teir næmingar, ið hava tørv á tímum vegna serligan tørv.

Manningin í Førleikastovuni er serlærari, lesivegleiðari, AKT-lærari, orðblindalærari og støddfrøðivegleiðari. Tilknýtt eru eisini skúlaheilsufrøðingur, SSP toymi og møguligar aðrar serligar skipanir sum t.d. skáastarvsfólk.

Væleydnað inklutión krevur, at lærarar, námsfrøðingar og stuðlar hava eina Førleikastovu at venda sær til, har vitan verður uppbygd í tøttum samstarvi við tænastueindirnar/Sernám, og har verandi vitan verður gagnnýtt at menna gott læruumhvørvi og námsfrøðilig amboð.

Førleikastovan kann veita foreldrum og lærarum ráð, um trupulleikar eru innan læring ella trivnað. Førleikastovan er við til at samskipa serundirvísingina og er bindilið millum skúlan og Sernám.

Virksemið í Førleikastovuni er:

  • at ráðgeva leiðsluni at skipa miðfirraðu tímarnar og tímarnar vegna serligan tørv
  • at hjálpa læraranum at gera eina virkisætlan fyri átøk til einstaka næmingin og/ella allan flokkin
  • at stuðla lærarum í inklusión av næmingum
  • at stuðla lærarum í næmingalagaðari undirvísing
  • at stuðla læraranum at útvega hóskandi tilfar til ymiska undirvísing
  • at næmingar verða kannaðir, og ætlan verður gjørd við atliti at teirra menningartilgongd
  • at menna góðan kjakstað um serundirvísingina
  • at ráðgeva og vegleiða starvsfólki í skúlanum/á stovninum fyri at geva starvsfólkunum, sum arbeiða við serundirvísing og/ella sosialum trupulleikum, onkran at tosa við um trupulleikarnar
  • at tosa um barnið/næmingin fyri at tryggja, at tey bestu og minst skerjandi tiltøkini fyri einstaklingin verða framd
    at bera so í bandi, at serundirvísingin verður skipað so smidlig, at úrtøkan av tilfeinginum til serundirvísingina er so góð sum gjørligt .
Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar