Tíðindi
19. jun 2026
110 ÁRA STARVSDAGAR Á FLØTUM
18. jun 2026
FELAGSSANGURIN
17. jun 2026
KVIRRA – EIN HEIMUR FYRI SEG
16. jun 2026
GLOYMD KLÆÐI O.A.
15. jun 2026
KASSABILAKAPPKOYRINGIN
15. jun 2026
OL í 4. flokki
12. jun 2026
STUTTLIGUR SKÚLADAGUR
19. jan 2024
FLOGBÓLTSKAPPING Í 9. FL.
Einar Martin lærari hevur hesi tíðindi:
Hvørt ár roynir ítrottartoymið í 9. flokki at skipa fyri onkrari kapping millum næmingarnar. Hesa ferð var ítróttagreinin flogbóltur. Dúgliga varð kappast, og dystirnir vóru fyri tað mesta langir og sera spennandieisini; fleiri "fimm-settarir", sum onkur tekur til.
Eftir bólkaspælið varð funnið fram til, hvør kom til endaspælið. Hóast øll stríddust væl, so er tað nú einferð soleiðis, at bert ein vinnari kann vera í slíkari kapping. Hóast allir næmingar fingu eina gullstjørnu í huganum hjá okkum lærarum, so vóru tað nøkur sum stóðu eftir við gulli um hálsin.
Á myndini síggja tit fegnu vinnararnar; frá vinstru: Eyðfinn, Poul Rói, Mikal, Óli, Linn og Ulla.
Mynd & tekstur: EMJ