Tíðindi

16. jun 2026

GLOYMD KLÆÐI O.A.

15. jun 2026

KASSABILAKAPPKOYRINGIN

15. jun 2026

OL í 4. flokki

12. jun 2026

STUTTLIGUR SKÚLADAGUR

11. jun 2026

FRÁ SKÚLABÓKA­SAVNI­NUM: LES Í SUMMAR

05. jun 2026

LESIÍSU­RIN - EITT STUTTLIGT LESIÁTAK

04. jun 2026

PYLSUDAGU­RIN Í SANDAGERÐI

17. jun 2026

KVIRRA – EIN HEIMUR FYRI SEG

Tá ið tú fert í Kvirru, gongur tú ígjøgnum eitt portur við Risanum og Kellingini. Hinumegin er ein heimur við verum úr kvæðum og sagnum, har eru náttúrumyndir úr myrkri og ljósi, mjørki, ið hylur og fjálgar, og steinar, ið mangt hava sæð. Har kann hugurin reika til farnar tíðir. Út úr  Kvirru verður farið ígjøgnum ein huldustein. Krossarnir í steininum boða frá, at nú ert komin innaftur í kristna heimin.

 

--------------------

Týsdagin var boðið til fernisering á  skúlabókasavninum. Næmingar í myndlist í 9. flokki hava saman við sínum listalærara listbrýtt nýggja  hølið á skúlabókasavninum. Fitt av fólki møtti upp til upplatingina av hølinum, m.ø.  Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í  mentamálanevndini, umboð frá landsbóksasavninum, listanæmingar,  leiðsla og starvsfólk. Harriet Poulsen, myndlistalærari, helt røðu og bjóðaði kaffi, te og okkurt søtt at svølgja.

Bókasavnstoymið hevur arbeitt við ætlanini í eina tíð. Dentur varð frá byrjanini  lagdur á  at fáa næmingar við, og tí setti toymið seg í samband við Harriet listalærara. Men tað  byrjaði við, at bókasavnstoymið skrivaði út navnakapping millum næmingarnar, sum Rani Demir í 8. flokki vann. Mong hugtakandi og  skapandi uppskot komu inn, og vinnandi navnið var eitt, sum rakti snóra beint. Uppskotið var  Kvirran, men dómsnevndin loyvdi sær tó at stytta navnið við einum bókstavi, so tað er óbundið: Kvirra. Hetta er tí navnið á nýggja hølinum á skúlabókasavninum. 

Dómsnevndin, Jóhanna Sofía, Jörgin og Margreth,  heldur, at navnið  fangar kensluna av friði, nærveru og hugna, sum skúlabókasavnið  vil  skapa í hølinum. Kvirran gevur pláss fyri lesnaði samrøðum, íblástri og upplivingum. Í Kvirru kunnu næmingar steðga á, liva seg inn í søgur og hugsavna seg í friði og náðum.

Tá ið tú fert í Kvirru, gongur tú ígjøgnum eitt portur við Risanum og Kellingini. Hinumegin er ein heimur við verum úr kvæðum og sagnum, har eru náttúrumyndir úr myrkri og ljósi, mjørki, ið hylur og fjálgar, og steinar, ið mangt hava sæð. Har kann hugurin reika til farnar tíðir. Út úr  Kvirru verður farið ígjøgnum ein huldustein. Krossarnir í steininum boða frá, at nú ert komin innaftur í kristna heimin.


Næmingarnir í myndlist í 9. flokki, ið fingu uppgávuna at myndprýða Kvirru eru:

  • Anna Alfredsdóttir Norðfoss
  • Annika Eystberg Sørensen
  • Arnfríð Óladóttir Dam
  • Bjørt Briansdóttir Gjógvará
  • Eva Djurhuus Olsen
  • Joana Dervishi
  • Jóna Silja Strøm
  • Kira Gunnerim Fernandez
  • Lea Eivinsdóttir
  • Lý Kvilt Meitilberg
  • Monika av Fløtum Jensen
  • Olivia Reinert
  • Rebekka Paula Anna Poulsen
  • Simone Floche Clementsen
  • Valentina Prisco

Næmingur í 8. flokki, sum vann navnakappingina

  • Rani Demir í 8. flokki (sí eisini HER.)

Lærarin, ið hevur staðið fyri myndprýðingini og sum hevur prýtt portrið, luftina og Ólav Riddararós, er Harriet Poulsen.
Húsavørðurin, ið hevur snikkað portrið og annað, er Teitur Heindriksson. Í bókasavnstoyminum, ið tók stig til ætlanina,  eru Flemming Poulsen, Jóhanna Sofía Petersen, Jörgin Martin Árnason við Úlvsá og Margreth Veihe.


Myndir: JVÚ

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar