Tíðindi

15. jun 2026

KASSABILAKAPPKOYRINGIN

15. jun 2026

OL í 4. flokki

12. jun 2026

STUTTLIGUR SKÚLADAGUR

11. jun 2026

FRÁ SKÚLABÓKA­SAVNI­NUM: LES Í SUMMAR

05. jun 2026

LESIÍSU­RIN - EITT STUTTLIGT LESIÁTAK

04. jun 2026

PYLSUDAGU­RIN Í SANDAGERÐI

03. jun 2026

11 STUTTSØGUR

04. mar 2023

FLØSKUPATRULJAN Í 2.B

Í sambandi við landsinnsavningina hjá Beranum hevur Sára flokslærari hesa søga at bera okkum frá næmingum sínum:

Vit í 2.b frættu, at í ár eru 20 ár síðani, at felagið Berin varð stovnað. Í hesum sambandi verður skipað fyri stórari landsinnsavning sunnukvøldið 5. mars. Hesum vildu vit í 2.b so fegin stuðla, og hava tískil savnað fløskur til endamálið alla vikuna.
 
Vit hava vitjað ymisk fløskumið í Havnini og hava eisini verið inni á gólvinum hjá grannum, ommum, systkinabørnum, mammubeiggjum, vinfólkum og mongum øðrum, sum fegin lótu okkum fløskur. Vit fingu savnað umleið 5000 fløskur, sum vit hava skilt og selt. Soleiðis fingu vit savnað 10.781,- sum vit hava latið Beranum. 
 
Vit vilja fegin takka øllum, sum hava hjálpt okkum at hjálpa Beranum. Vit gleðast um, at vit saman kunnu gera ein mun, og at vit eru fleiri, sum vilja gera ein eyka innsats fyri onnur. Tað er gullvert.

  • Innsavning hjá 3. flokki, fylg slóðini HER.
  • Innsavning hjá 2. D, fylg slóðini HER.

Myndir: SSO

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar