Tíðindi

19. jun 2026

110 ÁRA STARVSDAGAR Á FLØTUM

18. jun 2026

FELAGSSANGURIN

17. jun 2026

KVIRRA – EIN HEIMUR FYRI SEG

16. jun 2026

GLOYMD KLÆÐI O.A.

15. jun 2026

KASSABILAKAPPKOYRINGIN

15. jun 2026

OL í 4. flokki

11. jun 2026

FRÁ SKÚLABÓKA­SAVNI­NUM: LES Í SUMMAR

12. jun 2026

STUTTLIGUR SKÚLADAGUR

Hendan hugdýpingarvikan endaði við stórfingnum  tivolii

Vit eru mitt í hugdýpingardøgunum og 5. flokkarnir hava arbeitt av øllum alvi við at fyrireika eitt stórt og spennandi tivoli. Tá dyrnar lótu uppí morgun, vórðu gestirnir tiknir við á eina ferð fulla av stuttleika, avbjóðingum og góðum upplivingum.
Har var okkurt fyri øll:  sláa seym í bjálka sum ein sannur handverkari, fáa ein spennandi spádóm, kasta róma, fáa andlitið málað, hárið flættað, “skjóta” lærarar ella fara  inn í spøkilsishúsið. Eisini var fiskibrunnur, gullnám,  villiniborg og nógv annað stuttligt á skránni. Tey svangu fingu poppkorn, og tey flestu kundu vinna góðgæti og kanska okkurt at drekka.


Gestirnir úr hinum flokkunum stuttleikaðu sær óført. Hetta var júst sum á  ólavsøku, tað einasta, ið manglaði, vóru føroyskum klæðini og hornblásturin  :-) . 

Myndir og upptøka: JVÚ

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar