Tíðindi
KASSABILAKAPPKOYRINGIN
STUTTLIGUR SKÚLADAGUR
FRÁ SKÚLABÓKASAVNINUM: LES Í SUMMAR
LESIÍSURIN - EITT STUTTLIGT LESIÁTAK
PYLSUDAGURIN Í SANDAGERÐI
11 STUTTSØGUR
7 STUTTSØGUR
OL í 4. flokki
Í dag hava 4. flokkarnir havt sína egnu olympiadu á Skúlanum á Fløtum. Sum rættir OL-atletar dystaðust tey í røttum ítróttaranda.
Næmingarnir vórðu bólkaðir upp á tvørs í flokkunum og fingu sítt egna land, ið tey skuldu umboða. Londini vóru kanska ikki tey, ið vit seta í samband við stórar OL-tjóðir, men hetta riggaði væl. Londini vóru Senegal, Guatemala, Bolivia, Kiribati, Kosovo, Malaisia, San Marino og Usbekistan.
Upp ímóti stóra degnum hava næmingarnir hugagóðir arbeitt við sínum landi. Litað fløgg – smá og stór, gjørt herróp – á upprunamálinum(!), funnið upplýsingar um landið, sum tey hava koyrt á plansju o.a.
Dystast var í 8 ítróttargreinum: Longdarlopi, hondbóltsbrotskøstum, badmintonjonglering, kurvabóltsdribbling, fitjustafett, fótbóltsbrotsspørkum, ertraposakasi og hulahoppslangu. Lærarnir hildu, at fitjustafettin saktans kundi verið eitt røtt OL-ítróttargrein, tí tað var skemtiligt og undirhaldandi at síggja renningarlagið hjá børnunum.
At enda vóru vinnarar kosnir. Á triðja plássi var Malaisia við 45 stigum, San Marino hevði næstflest stig við 47 stigum og fremst – og harvið OL-vinnari 2026 – var Guatemala við 50 stigum! Øll hini liðini lógu beint í hølunum, so kappingin var jøvn.
At enda fingu børnini okkurt gott og leskandi omaná.
7.ðL hjálpti til á postunum og syrgdi fyri, at børnini í 4. fl hugnaðu sær. Tað skulu tey hava stóra tøkk fyri!