Tíðindi
110 ÁRA STARVSDAGAR Á FLØTUM
FELAGSSANGURIN
KVIRRA – EIN HEIMUR FYRI SEG
GLOYMD KLÆÐI O.A.
KASSABILAKAPPKOYRINGIN
OL í 4. flokki
STUTTLIGUR SKÚLADAGUR
FRÁ SKÚLABÓKASAVNINUM: LES Í SUMMAR
EIN HEIMUR VIÐ UPPLIVINGUM BÍÐAR EFTIR TÆR!
Summarfrítíðin er ein tíð, har tú kanst slappa av, hugna tær og gera júst tað, tú hevur hug til. Ein av bestu leiðunum til góðar upplivingar er at lesa eina góða bók! Tað einasta, tú hevur brúk fyri, er eitt sindur av ljósi og kanska eitt sindur av friði.
At lesa er sera týdningarmikið. Tess meira tú lesur, tess betri verður tú til at lesa, skriva og tosa. Tú fært fleiri orð, og tú lærir at hugsa djúpari. At lesa nógv hjálpir tær eisini at klára teg væl í skúlanum. Og tað besta av øllum, tað er so lætt: Tú kanst seta teg við eini bók, júst tá ið tú hevur hug. Tað kann vera í 10 minuttir ella nógv longri. Alt er í lagi. Tú hevur altíð eina góða uppliving beint við hondina.
Kom á skúlabókasavnið og vel tær eina spennandi bók, ella fleiri, at taka heim við í summar. Ger summarfrítíðina til eina tíð fulla av søgum og upplivingum.
Góða summarfrítíð við nógvum góðum upplivingum
Bestu heilsanir
skúlabókavørðirnir