Tíðindi

20. aug 2026

6.D VIÐ WESTWARD HOO

12. aug 2026

SO VÓRU VIT AFTUR Í SKÚLA

11. aug 2026

SAMAN ERU ØLL SKÚLIN Á FLØTUM

10. aug 2026

KOMIÐ TRYGT Í SKÚLA

19. jun 2026

110 ÁRA STARVSDAGAR Á FLØTUM

18. jun 2026

FELAGSSANGURIN

17. jun 2026

KVIRRA – EIN HEIMUR FYRI SEG

19. nov 2021

6.A: TEY HAVA SMÍÐAÐ SLEINGISPØL

Fyrst smíðaðu tey sleingispøl í smíðstovuni, og so spældu tey sleingispæl og kappaðust í skúlastovuni. 

Jens Christian er flokslærari í 6.a, og hann skrivar soleiðis til heimasíðuna:

Hesar dagarnar, vit hava havt nakað broytta tímatalvu, hevur ligið væl fyri hjá okkum í 6. A at gjørt ymiskt eitt sindur øðrvísi.

Tveir dagar undirvísti JCC helvtini av flokkinum í enskum/stílskriving – ímeðan Sjúrður hevði hina helvtina niðri í Smíðstovuni, har tey gjørdu eitt slag av borðspølum ( sí myndirnar) eitt sokallað “sleingiskjótispæl”....

Mikudagin eftir matarsteðgin høvdu vit hugnaløtu, har tey kappaðust við spølunum, tey sjálvi høvdu gjørt.

Kappingin var flott sett upp, og rættuliga nágreinilig stigatalva- og máltalva var varpað upp á skíggjan. Spennandi var at fylgja við, og hvør dystur vardi í 30 sekund. Næmingarnir spældu allir móti øllum, um tíðin loyvdi tí.

Kappingin var hørð og spennandi. Onkra løtu lá Mihai á odda, onkra løtu Silas. Eisini Maia var væl við.

Men endin var, at tá ið tíðin var farin, var Sofía vinnari!

Hetta gera vit aftur!

 

Mynda- og upptøkumenn: Jens Marius í 6.a & jvú

 

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar