Tíðindi
02. sep 2026
ÁRLIGI TÚRURIN NIÐAN Á VESTURVARÐA
20. aug 2026
6.D VIÐ WESTWARD HOO
12. aug 2026
SO VÓRU VIT AFTUR Í SKÚLA
11. aug 2026
SAMAN ERU ØLL SKÚLIN Á FLØTUM
10. aug 2026
KOMIÐ TRYGT Í SKÚLA
19. jun 2026
110 ÁRA STARVSDAGAR Á FLØTUM
18. jun 2026
FELAGSSANGURIN
06. sep 2021
Skúlagongdin verður tikin upp aftur í øllum flokkum
Góðu næmingar, foreldur, onnur avvarðandi og starvsfólk
Eingir nýggir smittutilburðir eru fráboðaðir skúlaleiðsluni millum næmingar og starvsfólk á Fløtum higartil í dag. Nakrir fáir næmingar eru settir í sóttarhald. Hesi hava øll fingið boð. Tískil er avgerð tikin um, at vit aftur ganga í skúla sum vanligt frá í morgin, týsdagin 7/9.
Skúlaleiðslan heitir tó enn á starvsfólk, næmingar, foreldur og onnur avvarðandi at vera serliga varin hesa vikuna.
Um næmingur hevur sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, verður hon/hann biðin um at vera heima og lata seg kanna. Samstundis minna vit á, at koronaráðgevingin mælir til at næmingar í hádeild, serliga á ítróttarrás verða kannaðir aftur hós- ella fríggjadagin.