Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

11. sep 2019

ÁRSINS VÍSINDAVØKA

 

Hetta er at frætta av heimasíðuni hjá Granskingarráðnum:

Fríggjadagin 20. september verður ársins Vísindavøka. Hetta er 12. Vísindavøkan, sum granskingarstovnarnir og Granskingarráðið skipa fyri.

Endamálið við Vísindavøkuni er at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.

 

Fjølbroytt skrá

Vísindavøkan 2019 verður í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 20. september frá kl. 8.00 til 16.00. Á skránni eru 17 framløgur frá granskarum um sera ymisk evni. Hesar vera í Kongshøll á 4. hædd.

Har vera eisini postara snarrøðukapping aftur, sum riggaði væl í fjør, tá tað varð roynt á fysta sinni. Síðst á degnum verður eitt hugnaligt tiltak, har ársins miðlaheiðursløn handað.

Á svalanum á 2. hædd vera framsýningar og tiltøk hjá stovnum og í trappunum og gongunum verða postarar sýndir fram.

Í einum tjaldi uttanfyri vera vísindaligar royndir gjørdar, sum lærarar og næmingar á Glasi skipa fyri. Í  einum øðrum tjaldi fer Havstovan at hava framsýning av fiskum og okkurt annað verður helst eisini at uppliva har. 

Vegna granskingarumhvørvið bjóðar Granskingarráðið øllum, stórum og smáum, vælkomin til tiltakið, sum er alment og ókeypis.

Vísindavøkublaðið kann lesat HER.

Skárin fyri dagin er henda:

08.10: Vælkomin á Vísindavøku  
08.20: Plastið í havinum kring Føroyar - hvar endar tað? Sjúrður Hammer, Umhvørvisstovan
08.40: FarGen – eitt gullnám fyri heilsugransking, Noomi O. Gregersen. FarGen
09.00: Arvaligar illkyknaðar blóðsjúkur í Føroyum, Bjarni á Steig, Landssjúkrahúsið
09.20: Víkingagravir í Føroyum - hvar eru tær? Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, Tjóðsavnið
09.40: Arvurin frá Ebbu - Landsbókasavnið sum varðveitari, Unn Paturson, Landsbókasavnið
10.00: 41 ár við GPS – menningar og avbjóðingar á høgum breiddarstiga, Gethin Roberts, Fróðskaparsetrið
10.20: Palaeomagnetisma - arvur, sum gevur okkum vitan um føroyska jarðfrøði, Heri Ziska, Jarðfeingi
10.40: DNA-dyrging – ein øðrvísi kanning av vistskipanini, Petur Steingrund vegna Ian Salter, Havstovan
11.00: Politiskur arvur, Hallbera West, Fróðskaparsetrið
11.20: Postara-snarrøður  - Kapping fyri granskarar

11.45: Stutt innlegg
11.50: Vinnari av Postara snarrøðu kapping kunngjørdur

Dómsnevnd
 
 
12.10: Barnakohortukaningar og ættarbregði, Maria Skaalum Petersen, Fróðskaparsetrið
12.30: Ílegukanningar sum partur av pinkubarnascreening,Katrin Danielsen, Ílegusavnið
12.50: Plantur hava fleiri kromosom enn vit – um fleirlitni (polyploidy) í føroyskum plantum Magnus Gaard, Tjóðsavnið
13.10: Aling av rognkelsum, Jóannes Guttensen, Fiskaaling
13.30: Gott er at kenna hitan av hondum, ið sleptu’, Karin Margretha H. Larsen, Havstovan
13.50: Sjeytiára kohortan – 10 ára endurkanning, Eina Eliassen, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
14.10: Arvurin eftir ein leiðara, Jóhannes Miðskarð, Fróðskaparsetrið
14.30: Bróðurpartur- og systurpartur - tá kvinnur ikki vóru myndugar, Sámal Tróndur Finnson Johansen 
15.00: Handan av ársins miðlaheiðursløn

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar