Tíðindi

23. apr 2026

Javnt, men SáF vann

23. apr 2026

TIL GONGU VIÐ 9.Ð

22. apr 2026

HELENA Í 6.B VANN TEKNIKAPPING

22. apr 2026

4 NÝGGJAR FAKTABØKUR

22. apr 2026

Lættlestur

20. apr 2026

ILLUSTRERET VIDENSKAB

20. apr 2026

HISTORIE

23. apr 2026

SKÚLIN Á FLØTUM Í FM Í SKÚLATELVING

Spennandi kapping á Argjahmri

Hugagóð fóru nógvir næmingar niðan í Skúlan við Løgmannabreyt í hesari vikuni at vera við í FM í skúlatelving. Býtt varð upp í tvær ymsar kappingar, har allir skúlar í Føroyum kundu tekna lið til; fyrst varð kappast í 5-8. flokkunum og síðan 3-4. flokkunum.

Stuttligt var at síggja so nógvir telvarar á einum staði og væl gekst at fáa avgreitt kappingina, sum GM Helgi D. Ziska stóð fyri.

Vit høvdu nógv lið við til báðar kappingarnar. Frítíðarskúlin í Havnardali, Spírin, meldaði eisini tvey lið til við okkara næmingum, og teimum líkt, so vunnu tey aftur kappingina hjá teimum yngstu! Og í kappingini hjá teimum eldru, endaði eitt lið hjá okkum á einum sera flottum 2. plássi.

Í roynd og veru er hugsanin og aðalmálið ikki, at vit eru við fyri at vinna. Heldur er talan um eitt gott, felags upplivilsi, har hvørt lið er sett saman soleiðis, at tey hava møguleika at vinna onkran dyst ella tveir.

Vónandi sleppa vit at tekna enn fleiri lið til í komandi ár, tí áhugin er nógv størri enn bert tey seks liðini - serliga hjá teimum elstu - sum hvør skúli kann tekna til.

Myndir: CES & SRA

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar