Tíðindi
SPENNANDI FRAMLØGA
GLOYMD KLÆÐI
Gongustjørnur í forskúlanum
7.Ð SELUR DØGURÐAMAT Í KANTINUNI
ENSKUR LÆTTLESTUR
5 MANGABØKUR
8 GRAFISKAR SKALDSØGUR
6.d á Hotel Føroyum
Jónfríð, sum er flokslærari í 6.d hevur sent heimasíðuni hesa frásøgn
6.d hevur í morgun verið á Hotel Føroyum og teknað og klipt hjørtu <3
Hotel Føroyar hava í samstarv við UNICEF & Strawberry gjørt av at savna pening inn til børn og ung, sum eru noydd at flýggja undan kríggi og ófriði.
Í hesum sambandi hava tey heitt á okkum og onnur, um at hjálpa til við at savna so nógv hjørtu inn sum møguligt ❤
Vit byrjaðu morgunin við, at allir næmingarnir gjørdu hvør sítt hjarta í floksstovuni, og eftir fyrsta fríkorterið fóru við niðan á Hotel Føroyar. Har var alt gjørt klárt, soleiðis at vit kundu seta okkum at tekna og klippa enn fleiri hjørtu. – Vit gjørdu áleið 500 hjørtu, ið øll vórðu hongd upp í eitt stórt vindeyga beint við móttøkuna.
Strawberry letur 10 kr fyri hvørt hjarta, ið vit hava hongt upp á veggin í móttøkuni, t.v.s. tað sama sum, at 6.d hevur stuðlað við áleið 5000 kr.
Eisini bjóðaðu tey okkum sunkist og bomm.
Hetta var ein sera hugnalig løtu og fóru vit øll glað og væl nøgd oman aftur á skúlan við einari góðari kenslu, tí vit vistu, at vit høvdu hjálpt øðrum.
Vit hava eina heilsan frá móttøkuni á Hotel Føroyum, um at fleiri flokkar eru vælkomnir framvið at gera hjørtu, men tað má vera áðrenn sunnudagin, tá tiltakið endar og øll hjørtuni verða tald saman <3
Tekstur og myndir: JJÓ