Tíðindi

12. aug 2026

SO VÓRU VIT AFTUR Í SKÚLA

11. aug 2026

SAMAN ERU ØLL SKÚLIN Á FLØTUM

10. aug 2026

KOMIÐ TRYGT Í SKÚLA

19. jun 2026

110 ÁRA STARVSDAGAR Á FLØTUM

18. jun 2026

FELAGSSANGURIN

17. jun 2026

KVIRRA – EIN HEIMUR FYRI SEG

16. jun 2026

GLOYMD KLÆÐI O.A.

12. sep 2024

UNG VÍSINDAFÓLK

Í 3.D


Jákup lærari greiðir soleiðis frá:
 
3.d fekk í vikuni  frálíkan møguleika at arbeiða vísindaliga. Abbi Einar Martin lærara, sum 3.d hevur í heimstaðarlæru og Náttúru og Tøkni, var dagin fyri á floti vestan fyri Skúvoynna oghar fekk hann  umleið 400 pund. Einar Martin bað abban goyma sær gøgnini, sum 3.d so fekk høvið til at kanna.
 
Uppgávan hjá næmingunum var at gera eina hypotesu um, hvat fiskar eta. Tá ið tey høvdu gjørt taðvar farið í náttúru og tøknihølið at kanna hetta. Myndirnar tala fyri seg, hvussu arbeiðið gekk fyri seg. Endin var, at vit funnu alt møguligt spennandi so sum nebbasild, krabbar, skrubbur, krossfiskar o.a.m.  Afturat tí var møguligt at læra, hvussu rogn og livur sígggja út. Sum heild ein frálíkur undirvísingartími, hóast summi høvdu tað eitt sindur trupult við luktinum.

Myndir: JDW

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar