Tíðindi

18. jun 2024

ÁRSINS SANGLØTA

18. jun 2024

OKKARA YRKINGA­SAVN

18. jun 2024

NÝGGJ BÓK UM MANNA­KROPPIN

18. jun 2024

LEYP NÚ EVA!

18. jun 2024

UPP EFTIR ENDA

17. jun 2024

KAPPKOYRING

15. jun 2024

KOM VIÐ Í TIVOLI!

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

 
Stórur dagur var hósdagin 18.april 24, tá ið  allir fýra 3.flokkarnir hjá okkum luttóku i OL í høllini á Fløtum.

Í veruleikanum varð OL skotið i gongd vikuna fyri, tá ið næmingarnir fóru saman i lond at fyrireika seg. Tey vórðu bólkað í 12 lond, har 2 næmingar úr hvørjum flokki vóru i hvørjum landi. Tey litaðu smá fløgg, sum skuldu nýtast til setanina, gjordu stríðsróp og lærdu seg ymiskt um síni lond. OL hevur, umframt at vera ein stevna, har heimsins bestu itróttafólk kappast, til endamals at vera savnandi. Hjá okkum merkir tað, at samstarva tvørtur um flokkar, og tað má sigast at hava eydnast væl, tí tey hugnaðu sær óført saman, sama hvørjum flokki, tey vóru í.
 
So kom dagurin endiliga, tá ið vit skuldu i gongd. Summi vóru fjáltrut, nøkur høvdu leitað Havnina upp og niður fyri at finna rætta plaggið, sum hóskaði i litum til landið, men flest øll
gleddu seg og vóru spent.

Tað var ikki eitt eyga turt, tá ið fylgið við íðkarunum úr USA, Spania, Føroyum, Týsklandi, Danmark, Fraklandi, Noreg, Svøriki, Bretlandi, Portugal, Brasil og Argentina vóru til reiðar  at ganga  inn i høllina til setanina. Tjóðsangirnir rungaðu úr tí uppsetta ljóðútbúnaðinum til hovið, og land eftir land kom gangandi. Okkara egna, Katrin Dagbjartsdóttir setti OL-stevnuna. Hon hevur nevniliga sjálv verið við til
Olympiadu í Seoul i 1988. Sjálvandi hevði hon  sítt silvurheiðursmerki við, sum børnini sluppu at síggja.
 
Ein hátiðarlig løta, ið vit seint fara at gloyma.
 
Tey í 5. a  vóru hjálparar okkara  allan dagin. Uttan tey hevði dagurin ikki gingið eins væl.  Sera tolin og hjálpsom vóru øll.  Takk fyri tað.
 
So kom endiliga løtan, sum øll hovdu bíðað eftir. Olympisku leikirnir fóru av bakkastokki: tey skuldu kappast i 11 greinum, har tey sluppu at royna og kýta seg i alskyns kynstrum:    longdarlop, kapprenning í fitjum, badminton, brotsspark og brotskast, leita eftir lutum viỡ  løgnum brillum, pappirsflúgvarakast o.a. Hvørt land skuldi samstarva um greinarnar og savna sær stig saman, og til endans varð ein vinnari funnin. Mest umáðandi var tó at hava tað stuttligt,
og tao má sigast, at tað eyndnaðist til fulnar. Endaliga úrslitið varð,  at Portugal gjørdist nummar 3, Frakland nummar 2 og Danmark endaði sum heilt stóri vinnarin á 1. plássi.
 
Vónandi verður tiltakið afturvendandi.
 
Myndir: ANI
Tekstur: TRA

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar