Tíðindi

20. apr 2026

ILLUSTRERET VIDENSKAB

20. apr 2026

HISTORIE

20. apr 2026

FRØÐI

15. apr 2026

3 myndasøgur

15. apr 2026

LJÓS

15. apr 2026

Til læraran & námsfrøðingin

15. apr 2026

Bók um vitlíki

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

Guðrun í 3.d slapp at stjórna symfoniorkestrinum í Norðurlandahúsinum, sum afturfyri læt sterkar tónar av  Ólavi Riddararós til ungu áhoyrarafjøldina.

Tey vóru til barnakonsert í Norðurlandahúsinum, har Føroya Symfoniorkestur og Jákup Dahl Wardum, sjónleikari og lærari í skúlanum á Fløtum, framfødu søguna um tubaina Tubbinu.

Søgan snýr seg um eina tubu, sum spælir í orkestrinum. Tubbina er troytt av at spæla somu tveir tónarnar, og at hon ongantíð sleppur at spæla eitt veruligt lag. Tubbina fer á eina ævintýraferð, tí hon vil so fegin royna at spæla eitt heilt lag. Súsanna Tórgarð hevur týtt søguna til føroyskt. 

Ein frálík framløga hjá Jákupi Dahl Wardum og symfoniorkestrinum í Norðurlandahúsinum, sigur Jens Mortan lærari, sum var ein av teimum, ið var við næmingum til konsert í gjár.

 

Keldur: JMR&Norðurlandahúsið

Myndir og upptøka: JMR

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar