Tíðindi

19. mar 2026

SKÚLA­LEIKIR: 4.B VANN

19. mar 2026

5. FLOKKAR­NIR TIL SKÚLA­LEIKIR

15. mar 2026

HEILSUGÓÐUR MATUR

13. mar 2026

6.d á Hotel Føroyum

12. mar 2026

SPENNANDI FRAMLØGA

08. mar 2026

GLOYMD KLÆÐI

05. mar 2026

Gongustjørnur í forskúlanum

21. nov 2023

ÚTISKÚLI: NIÐAN Á KONGAVARÐA

Tóri lærari skrivar:


Vit í 3.E høvdu ein frálíkan útiskúlatúr niðan á Kongavarða í hósdagin. Vit gingu yvir um brúnna, tóku buss niðan á Hamaran og haðani gekk leiðin víðari niðan til varðarnar. Beint oman fyri Skúlan á Argjahamri er eitt ordans byggjarí í gongd. Líka vistu vit, hvønn veg man nú gongur, so vit fóru beint tvørturum, har tey arbeiða, og gingu okkum beint í eitt rundudíki, har flestu okkara smokkaðu niðurí og fingu runu upp um øklarnar. Tað var kalt at ganga, men tey allar flestu komu niðaná. Vit lærarar deildu okkum upp, so næmingarnir kundu ganga við einari ferð, sum passaði teimum.

Útsýnið var vakurt; hvítir tindar norðanfyri og sólin skein á Nólsoynna. Vit blivu samd um, at tað var gott, tað ikki kavaði á okkum, men vit kundu eisini gott hugsað okkum nakrar geislar.


Túrurin oman var heldur lættari. Vit fingu eitt sindur av sól, og tey vóru ikki líka køld. Vit mistu tó hvønnannan eitt sindur burtur, og tað endaði við, at onkur teirra komu omanav ov langt vesturi. Væl dugdu tey, tí tveir funnu okkum aftur av sínum eintingum, og tvær funnu inn í barnagarðin at biðja um hjálp. Við at fara inn á saf.fo, funnu tær mítt nummar og fingu hjálp frá eini konu at ringja til mín og komu so aftur í øllum góðum - Vit vóru beint við, og til alla lukku verður man ikki ordiliga vekk í Føroyum.

Alt í alt var hetta ein av teimum heilt góðu túrunum.


Myndir: TRA

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar