Tíðindi
19. jun 2026
110 ÁRA STARVSDAGAR Á FLØTUM
18. jun 2026
FELAGSSANGURIN
17. jun 2026
KVIRRA – EIN HEIMUR FYRI SEG
16. jun 2026
GLOYMD KLÆÐI O.A.
15. jun 2026
KASSABILAKAPPKOYRINGIN
15. jun 2026
OL í 4. flokki
12. jun 2026
STUTTLIGUR SKÚLADAGUR
21. jan 2023
INNIRÓÐUR: SÓLRUN Í 6.D DANMARKARMEISTARI
Á facebookvanganum hjá Havnar róðrarfelag stendur, at danmarkarskapur í inniróðri varð hildin í Gladsace í dag. Føroyingar vóru eisini við í kappingini, og HR eigur tríggjar av teimum. Føroysku rógvararnir, Sólrun Sigtórsdóttir Lützen, Armgarð Sigurðsdóttir og Rakul Hansen stóðu seg frágera væl. Sólrun og Armgarð gjørdust danmarkarmeistarar, meðan Rakul kom á 5. pláss.
Sum vera man eru tey í HR errin av sínum rógvarum, og tað eru vit á Fløtum eisini: Tveir av rógvarunum ganga nevniliga í Skúlanum á Fløtum, Sólrun í 6.d og Rakul í 9 ðr.
Hjartaliga til lukku allar tríggjar.
Mynd: av facebookvanganum hjá HR