Tíðindi

29. jan 2026

Norð­urlanda­húsið: 4.b vann

28. jan 2026

KVÆÐASTEVNA

21. jan 2026

100 dagar í skúla!

21. jan 2026

ESTHER

21. jan 2026

BRÚSAJØKUL

21. jan 2026

Bartal og Bjatmi

21. jan 2026

RÚNASPÁ

16. jan 2023

Vælkomin í forskúla

Nú nærkast evsta mark at tekna seg í frálíka forskúlan á Fløtum komandi skúlaár.
Vit gleða okkum til enn eitt spennandi ár í forskúlanum. Har er eisini pláss fyri tínum barni. 

Í forskúlanum leggja vit dent á leik og læru í eini heild. Vit nýta nógva tíð til hugflog og til tað, sum hendurnar duga, og tað, sum náttúran hevur at bjóða.

Forskúlin á Fløtum er eitt væl skipað tilboð við dugnaligum starvsfólkum og góðum kørmum á einum gjøgnumhugsaðum námsfrøðiligum grundarlag, har tað er rúm fyri at vera barn. 

Allir næmingar, sum hava gingið í forskúla fáa pláss í 1. flokki í Skúlanum á Fløtum árið eftir. 

Til ber at melda børnini til forskúlan á leinkinum niðanfyri til týsdagin 17. januar 2023 kl 13.

https://www.torshavn.fo/dagstovnur-og-skuli/skuli/skriva-inn-i-forskula 

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar