Tíðindi

19. jun 2026

110 ÁRA STARVSDAGAR Á FLØTUM

18. jun 2026

FELAGSSANGURIN

17. jun 2026

KVIRRA – EIN HEIMUR FYRI SEG

16. jun 2026

GLOYMD KLÆÐI O.A.

15. jun 2026

KASSABILAKAPPKOYRINGIN

15. jun 2026

OL í 4. flokki

12. jun 2026

STUTTLIGUR SKÚLADAGUR

09. des 2022

VAL, VAL, VAL......

Annvør, flokslærari í 2.d, skrivar soleiðis til heimasíðuna:

 

Vit í 2.d hava gjørt nógv burtur úr valinum og gjørt okkara egna val. Mánadagin fóru vit við bussi oman í miðbýin, gingu niðan Bøkjarabrekku, móti SMS og heilt niðan á Háls, har vit taldu plakatir. Vit taldu kvinnur og menn pr/flokk. Komin aftur í skúlan taldu vit upp og gjørdu eina talvu, sum vit so tosaðu nógv um. Síðan hevði eg eitt powerpoint upplegg, sum ítøkiliga varð skorðið út í papp, hvussu demokratiið hongur saman. Síðan FÓRU NÆMINGARNIR í bólkar, fýra í hvørjum,  har tey skuldu finna eina bók og koma við onkrum lovorðum, ið hóskaðu til bókina. Tey skuldu velja formann/kvinnu, síðan inn í flokkarnar at greiða frá. Í gjáramorgunin, valdagin,  sluppu tey at sita í panelinum. Har fingu tey nógvar spurningar, sum tó ikki allir vóru so lættir at svara. Næmingarnir í 2. Flokkunum fóru síðan allir  á val.

 

Vinnarnir gjørdust: Oliver, Miriam og Nóa. Tey lovaðu surprise hvønn fríggjadag.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar