Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

06. des 2022

Tey ætla sær við aftur næsta ár!

Hósdagin fóru Grønu børnini frá Pluto á flog. Ikki til Pluto tó, men til Odense, har danska finalan í First Lego League varð hildin í vikuskiftinum. Hesi átta, Sølvi, Anna, Lilja, Markus, Bera, India, Askur og Ingrún høvdu vunnið sær atgongd til donsku finaluna á stóra finaludegnum á Argjum herfyri. Saman við fýra foreldrum og tveimum lærarum áttu tey nakrar dagar í Odense í hesum sambandi.

Hósdagurin var ferðadagur burturav. Vit fóru úr Vágum um middag og brúktu dagin upp á flog- og tokferð, finna okkum til rættis á hotellinum og at finna mettuna, áðrenn tørnað varð inn. Hjá onkrum gjørdist tað kanska heldur seint, men hetta bilti ikki, tí vit høvdu ikki skund dagin eftir.

Fríggjadagin høvdu vit okkurt á skrá. Kl. 16 sluppu vit nemliga inn í UCL, har finalan skuldi verða, at stilla upp, royndarkoyra robottin og annars finna runt í teimum stóru hølunum, so at vit vóru so væl fyrireikað sum gjørligt leygardagin. Men áðrenn tað høvdu vit stundir til at vitja m.a. H&M, Starbucks og McDonalds og ikki at gloyma Sankta Knúts kirkju, sum var ógvuliga hugtakandi. Fríggjakvøldið varð avgjørt at bíleggja mat frá Domino’s Pizza, tí øll vóru nakað troytt og vit skuldu vera væl fyri til sjálva finaluna leygardagin.

Kl. 8 leygarmorgunin vóru vit klár úti á UCL, og eftir setan og innmarsj fór dagurin annars í gongd saman við hinum 450 luttakarunum í danska ríkinum.
Fyrst á skránni var fyrsta koyring við robottinum. Sølvi, Askur og Markus høvdu vant koyringina fleiri ferðir og vóru púra kul og heilt niðri á jørðini. Koyringin gekk ómakaleyst og teir skavaðu síni 240 stig saman. Tað var teirra hægsta stigatal, sum teir siktaðu eftir, og tað eydnaðist í fyrstu roynd!
Síðani vóru framløgurnar á skránni. Børnini greiddu frá verkætlanini, um kjarnuvirðini og um robot-design á donskum – og teimum so líkt, vóru tey púra kul, hóast tað óivað man tykjast ógvusligt at leggja fram á donskum fyri fremmandum fólkum, tá ið tú gongur í 5. flokki.
Næsta robotkoyringin eydnaðist ikki eins væl sum tann fyrsta, men teir tríggir kláraðu at vinna sær 215 stig, sum eisini er heilt gott!

Aftaná ein góðan bita mitt á degnum, var bara triðja og seinasta koyring eftir. Uppundir ta koyringina høvdu vit funnið útav, at vit kanska kláraðu at vinna nøkur stig afturat, um vit settu ferðina á robottinum nakað upp og kláraðu eina missión afturat. Men spenningurin var øgiligur, tí til tað kravdist, at koyringin gekst eins væl sum tann fyrsta, pluss at vit skuldu klára tað eyka, sum vit høvdu sett okkum fyri. Og mín sann, um tað ikki gekk! Men hvat – tað vóru eini 4 sekund eftir av tíðini og Markus fann útav, at um hann koyrdi missión 7 – dinosauramissiónina – yvir til eina orkueind, so kláraði hann kanska eitt sindur eyka-eyka. Sum ein kaldur rúmdarmaður setti hann missión 7 í gongd, og tá ið tíðin fór, brast robotturin í orkueindina! Dómarin nikkaði viðurkennandi og frøin var stór! 250 stig gjørdist tað til!
Nú var kappingin av og endin varð, at tey grønu børnini frá Pluto gjørdust nr. 7 av 27 liðum. Ella sum ein pápi segði, nr. 7 av 300 liðum, um vit telja øll liðini í FLL-Danmark við.

Hesin túrurin var í øllum førum frálíkur og læruríkur og tað er ikki minst foreldrunum, ið vóru við á ferðini at takka, Ann-Sirið, Fróða, Eyðun og Elsu, eins og teimum stuðlandi foreldrunum heima, sum fylgja við gjøgnum netið.

Tað eydnaðist ikki at vinna eitt steyp hesa ferð, men næstu ferð verður tað. Tí avstað aftur, tað ætla tey sær!

Grøn børn frá Pluto vilja takka stuðlunum, ið gjørdu túrin til Danmarkar møguligan, og sum vóru við til at geva teimum eitt ógloymandi minni.

Stuðlarnir vóru:

Elektron

SEV

Atlantic Airways

Tórshavnar Kommuna

Eysturlon

Fønix

Faroe Ship

Framskák

NÁM

Klintra

Formula

Simonsen Ráðgeving

Jógvan Weihe

Hjálpirót

Gómagott

Poul Hansen Heilsøla

FøroyaPrent

BankNordik

Elsabech

Landshandilin

Mál



 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar