Tíðindi
19. jun 2026
110 ÁRA STARVSDAGAR Á FLØTUM
18. jun 2026
FELAGSSANGURIN
17. jun 2026
KVIRRA – EIN HEIMUR FYRI SEG
16. jun 2026
GLOYMD KLÆÐI O.A.
15. jun 2026
KASSABILAKAPPKOYRINGIN
15. jun 2026
OL í 4. flokki
12. jun 2026
STUTTLIGUR SKÚLADAGUR
06. des 2021
AT PRÝÐA JÓLATRÆIÐ HEVUR FINGIÐ STATUS
Í farnu viku var ein lítil søga um næmingarnar í 8ðr. Harriet er teirra flokslærari og hon hevur hetta at leggja afturat:
At sleppa at prýða tað stóra jólatræið í skúlanum er blivið til nakað heilt serstakt, ið nógv heldur enn fegin høvdu viljað sloppið at verið við til. Ja, soleiðis broytast tíðirnar.
Í Kommunuskúlanum vóru tað tveir av læraranum saman við húsavørðunum – tí teir eru altíð við – ið tóku sær av pyntingini av tí stóra jólatrænum, ið tá stóð í auluni/skálanum. Nú stendur hetta træið í fuglaskálanum/kantinuni í Skúlanum á Fløtum og verður prýtt av næmingum.
Hesa ferð fall valið á 8.ðr, við Harriet Poulsen sum flokslærara, og hevur flokkurin, við hjálp frá Carl Eli Nolsø, gjørt hesa ærusuppgávu til fullnar.
Myndir: HPO