Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

14. jun 2021

TRIVNI LÝSTUR Í RIVMYNDUM

 

Harriet Poulsen, lærari, skrivar
 
 
Ein sera týdningarmikil partur í skúlahøpi er trivnaður, ið eigur at fylla nógv í flokssamveruni. Um ein trívist væl, so lærir ein væl. Ein flokkur er bert so góður sum trivnaðurin hjá hvørjum einstøkum er.
 
Í Skúlanum á Fløtum verða næmingarnir blandaðir eftir loknan 7. flokk og verða síðani flokkaðir av nýggjum í ymiskar 8. flokkar. Hetta kann vera avbjóðandi fyri bæði næmingar og lærarar, tí at nú skal ein nýggj floksmentan finnast og mennast. Ein háttur at leggja lunnar undir eina stimbrandi flokssamveru er at byrta upp undir felags tiltøk.
 
Felagsupplivingarnar gera, at næmingarnir koma at kenna ein felagsskap við hvørannan, ið røkkur út um ta fakligu samveruna. Teir fáa nakað felags at samskifta um, at minnast aftur á og soleiðis koma teir at kenna tilhoyr, sum so fær tryggleikan at spretta.
 
9.ðr var, sum hinir, ein samansettur 8. flokkur við næmingum úr Skúlanum á Fløtum, Sankta Frans og enntá úr Fuglafjarðar skúla. Tað var greitt, at ymiskt samansjóðandi mátti setast í verk fyri at flokkurin skuldi verða samantvinnaður til eina eind, har, ið virkisfýsni saman við tryggleikakensluni skuldi valda. Tá ið ein næmingur kennir seg væl, mennist hann í treysti til sín sjálvs og í góðari samveru við floksfelagarnar.
 
Eitt slíkt floksumhvørvi var ynskiligt og varð strembað eftir at røkka tí við ymiskum, smáum og stórum, tiltøkum sum til dømis við einum gongutúri, rógving úti á vágni, floksveitslu, fríggjadags køkuhugna, skoyting, bowling, skúlavitjan og Christmas Child.
 
Tað er fremjandi fyri vit-kensluna, at felagsupplivingarnar verða skjalfestar á t.d. rivmyndir – eina fyri hvørt árið – til at heingja upp sum prýði og skjalfestan í floksstovuna, so at næmingarnir kunnu hyggja at myndunum saman, flenna og gleðast yvir tær og yvir at vera ein partur av góða felagsskapinum.

Myndir: HPO

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar