Tíðindi

19. jun 2026

110 ÁRA STARVSDAGAR Á FLØTUM

18. jun 2026

FELAGSSANGURIN

17. jun 2026

KVIRRA – EIN HEIMUR FYRI SEG

16. jun 2026

GLOYMD KLÆÐI O.A.

15. jun 2026

KASSABILAKAPPKOYRINGIN

15. jun 2026

OL í 4. flokki

12. jun 2026

STUTTLIGUR SKÚLADAGUR

19. feb 2021

HANS ANDRIAS, SANDÁ OG SANDÁGERÐ

Katrin Karlsdóttir skrivar soleiðis til heimasíðuna:

“Her eru nakrar myndir frá í gjár, tá ið vit báðar Elly vóru ein túr við nøkrum næmingum úr 4 D. Leiðin gekk oman í Sandágerð, og á veg oman, gingu vit ígjøgnum  kirkjuarðin. Har vitjaðu vit  grøvina hjá barnavininum, læraranum og fremst av øllum okkara mæta skaldi Hans Andreas Djurhuus. Síðani gekk leiðin fram við Sandá oman í Sandagerð.”

 

Og vit kunnu leggja hetta afturat um Hans Andrias:

Hans Andrias Djurhuus var føddur í Áarstovu í  í 1883. Hann var bróðir J.H.O. Djurhuus, vanliga nevndur Janus, sum eisini telist millum okkara størstu skøld. Hans Andrias var lærari í fólkaskúlanum, realskúlanum og í læraraskúlanum. Hann var sera  fjølbroyttur og arbeiðssamur, yrkti barnarímur, sálmar, skrivaði stuttsøgur, ævintýr, skaldsøgur og leikrit. Hann hevði stóran alsk til sjónleikarhúsið, og búði beint har við. Tá ið Petra, kona hansara andaðist, vóru húsini latin sjónleikarafelagnum.  

Myndir: KKJ

 

 

 

 

 

 

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar