Tíðindi

19. jun 2026

110 ÁRA STARVSDAGAR Á FLØTUM

18. jun 2026

FELAGSSANGURIN

17. jun 2026

KVIRRA – EIN HEIMUR FYRI SEG

16. jun 2026

GLOYMD KLÆÐI O.A.

15. jun 2026

KASSABILAKAPPKOYRINGIN

15. jun 2026

OL í 4. flokki

12. jun 2026

STUTTLIGUR SKÚLADAGUR

25. jun 2020

BURTUR VIÐ HAPPING!

Landsstýrismaðurin í mentamálum fer nú ítøkiliga til verka at basa happing í fólkaskúlanum:

  • Trivnaðarvegleiðari skal setast í Námi 
  • Skipað skal verða fyri einum anti-happingardegi á hvørjum ári 
  • Ein trivnaðarkanning skal gerast hvørt ár saman við landsroyndunum
     

Við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, at fyrst á skránni er at seta trivnaðarvegleiðaran í starv, og at talan er um hálvtíðarstarv. Fremsta uppgávan verður at skipa fyri antihappingardøgum og at gera trivnaðarkanningar. Landsstýrismaðurin heldur, at tað hevur stóran týdning at varpa ljós á happing, og tað kann ein tílíkur dagur vera við til. Antihapping verður tema ein heilan skúladag eina ferð um árið, har børnini verða mint á, hví ein  skal ikki happa.  Higartil eru trivnaðarkanningar ikki gjørdar hvørt ár, men tað skal broytast nú, soleiðis at tað verður gjørt saman við landsroyndunum, ið eru á hvørjum ári.
 
Øll greinin er at lesa HER.

(Kelda: skulabladid.fo)

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar