Tíðindi

24. mar 2026

VAL Á SKÚLABÓKA­SAVNINUM

22. mar 2026

3. OG SEINASTA VIKA: AFTUR SPENNANDI MATARSKRÁ

19. mar 2026

SKÚLA­LEIKIR: 4.B VANN

19. mar 2026

5. FLOKKAR­NIR TIL SKÚLA­LEIKIR

15. mar 2026

HEILSUGÓÐUR MATUR

13. mar 2026

6.d á Hotel Føroyum

12. mar 2026

SPENNANDI FRAMLØGA

16. jun 2020

SKÚLIN FINGIÐ NÝTT BÚMERKI


Lesarar hjá heimasíðuni hava mestur varnast, at búmerki á heimasíðuni er broytt. Gamla fyribilsmerkið, ið ímyndaði nýggja skúlabygningin úti á Fløtum, er skift út við eitt meira samansetta og listarliga ímynd


Eyðun Eliassen, arkitektur, avdúkaði nýggja búmerki fyri starvsfólkum skúlans fyrr í mánaðinum. Nýggi grafiski samleikin er gjølla umhugsaður, hann skal ímynda tað, skúlin stendur fyri. Ein arbeiðsbólkur hevur arbeitt við málinum, og hann  ynskti eitt merki við nógvum tulkingarmøguleikum, og sum eisini skal brúkast í búmerkinum hjá Frítíðarskúlanum á Fløtum.  Merkið verður brúkt spælandi, so “Á-ið” ikki er neyðugt í samlaða búmerkinum við teksti og merki.
Í merkinum kunnu lesast fleiri motiv og tulkingar: Miðdeplil, tvær fatur, borð, skíggi, tað klassiska og tað talgilda. Figurarnir eru íblástir av mannaskøpum, ið eru sett saman sum ein heild. Dansiringur, ið vísir til felagsskapin og samstarvið í skúlaumhvørvinum, sciencesymbolið (náttúruvísindi), hjartaformurin, ið ímyndar tey bleytu virðini, firvaldurin, ið myndar búning, flog og tað at klára seg sjálvan. Ymiskir litir skapa fjølbroytni, og eru eisini ein ímynd av,  hvussu skúlin roynir at brúka náttúruna.


Frítíðarskúlin hevur sítt sereyðkenni, men við felagsmerkinum hevur hann eisini felagssamleika við skúlan.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar