Tíðindi

11. nov 2025

BÓKADAGAR Í NORЭURLANDA­HÚSINUM

11. nov 2025

NÝGGJ MYNDABÓK

11. nov 2025

Nýggj myndabók

11. nov 2025

LORTAFRENSUR - HEVNDIN ER SØT OG LUKTAR AV FISKI

11. nov 2025

KORALINA

05. nov 2025

5 ÁRA FØÐINGARDAGUR

04. nov 2025

VINNARIN Í NAVNAKAPPING­INI ER FUNNIN

04. okt 2019

BERGUR OG ODDFRÍÐUR HEIÐRAÐIR

 

Dagurin í gjár gjørdist ein sera hendingaríkur dagur fyri Skúlan á Fløtum, tí tveir av okkara góðu feløgum vórðu heiðraðir við mentanarheiðurslønum. Tað vekir ikki sørt av ansi, at starvsbrøður, sum sita yvir av hvør øðrum hvønn morgun, fáa hvør sína viðurkenning sama dag. Stórt. Hjartaliga til lukku, Bergur og Oddfríður. 

Bergur Rasmussen, lærari, rithøvundur og týðari, fekk barnamentanarheiðurslønina fyri umvarandi týðingar til børn og ung. Bergur er tikin úr leikum at flyta yvir í føroyskt mál dygdargóðan og tíðarbæran lesnað. Hann fevnir víða, alt frá skemtiliga og herviliga Henry til sera viðkomandi søgurnar um Tsatsiki og ævintýrkenda Harry Potter. Felags fyri allar bøkurnar er, at hann hevur megnað at varðveitt upprunaeyðkennini, og við sínum lætta og livandi máli er hann við at stimbra og menna lesiførleikarnar hjá okkara børnum og ungu.

Oddfríður Marni Rasmussen, lærari og rithøvundur, fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fyri skaldsøguna "Ikki fyrr enn tá". Sama bókaverk fekk bókhandlaravirðislønina í fjør. Skaldsøgan lýsir giftan rithøvund og hundaeigaran, ið missir bæði hjúnafelaga og hund. Ein skaldsøga um viðbreknu tilveruna í, at síggja til, nýmótans Føroyum. Fyri 19 árum síðani fekk Oddfríður eisini M.A. Jakobsens virðisløn, tá fyri skaldskap á bundnum máli.

Les heisini HER

"Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs" og "Virðisløn M. A. Jakobsens fyri fagrar bókmentir" eru á kr. 35.000.

Sí myndir á Portalinum HER.

(Keldur: torshavn.fo & saf.fo)

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar